Løgmaður varð hart kroystur tá hann ikki vildi/kundi svara spurningum um hví hann hevði góðtikið framferðina hjá Landsstýrismanninum í uttanlendismálaráðnum, har hann beint ímóti tilráðing frá setanarbólki, vrakar eina einmælta innstilling til starvið sum aðalstjóri i ráðnum.
Løgmaður varð hart kroystur tá hann ikki vildi/kundi svara spurningum um hví hann hevði góðtikið framferðina hjá Landsstýrismanninum í uttanlendismálaráðnum, har hann beint ímóti tilráðing frá setanarbólki, vrakar eina einmælta innstilling til starvið sum aðalstjóri i ráðnum.
Løgmaður heldur seg til “yvir orðnaði viðurskifti” sum tala ímóti at seta John Rajani í starv, segði ein hart kroystur Aksel V. Jóhannesen, í KVF. Men tá ein lesir grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum og samskifti millum landsstýrismannin og løgmann, er henda útsøgnin sera trupult at skilja.
Men løgmaður hevur ein stóran trupulleika og Aksel er ikki fyrsti Løgmaður, sum er endaður í hesi støðuni. Poul Michelsen er ikki einans landsstýrismaður, men formaðurin í tíðandi stuðulsflokki hjá samgonguni og er í síni fortíð, sum stjóri á privatari fyritøku og borgarstjóri, vanur at fáa sín vilja.
Tað er sostatt atlit til samgonguna, sum løgmaður sipar til, tá hann nevnir yvirornaði viðurskifti, og tað vísir at løgmaður í hesum málinum er bakkaður fyri landsstýrismanninum – hóast tað er løgmaður sum er setanarmyndugleiki.
Her átti løgmaður at gjørt Poul Michelsen greitt, at soleiðis eru spælireglurnar ikki.
Gegnisspurningarnir hjá umsøkjaranum, sum landsstýrismaðurin heldur fast um, eru viðgjørdir av setanarbólkinum og hava ikki vunnið frama.
Justitsmorð
Setanarbólkurin er samdur um at gegni er ikki ein trupuleiki hjá umsøkjaranum. Í brævið til løgmann skrivar Poul Michelsen, sera niðursetandi um umsøkjaran og talan er í veruleikanum um eina roynd hjá Landsstýrismanninum at karaktermyðra umsøkjaran. Landsstýrismaðurin skrivar at umsøkjarin var frávaldur, sum stjóri í Banknordik og eru hetta beinleiðis ósannindi. Tað eru eisini fleiri aðrar persónsniðursetandi viðmerkingar, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum, setur fram í brævið til løgmann.
At landsstýrismaðurin endar sítt bræv við at siga, at hann privat ikki kann samstarva ella hevur álit á umsøkjaranum, er ein grundgeving, sum er undir alla tygn, ið átti at verið kring ein landsstýrismann í einum so týðandi málsøkið, sum Uttanlendismálaráðið er.
Spurningurin er um ein umbering frá landsstýrismanninum er nøktandi fyri at endurvinna álitið aftur á skipanina.
Sera lágt støði
Poul Michelsen í brævi til Løgmann:
“….. At viðkomandi nýliga bleiv frávaldur sum bankastjóri, meti eg eisini ger, at hann er ógegnigur samsvarandi § 3, stk. 1, nr. 5, vísandi til, at viðkomandi umsat vinnumál í bankanum, og at eg sum landsstýrismaður ikki kann útiloka, at hetta kann hava ávirkan á hansara ráðgeving og kann vekja iva um hann heldur við einum av pørtunum…..”
”….. Tað samstarv, ið eg sum stjóri í einum virki áður havi havt við viðkomandi, er eisini avgerandi fyri niðurstøðu mína. …”
Sum skilst samstarvaðu John Rajani og Poul Michelsen á Fiskasøluni fyri umleið 25árum síðani í nakrar heilt fáar mánaðar. Hetta samstarv ella “kennskapur” er eftir øllum at døma høvuðsorðsøkin til at ein væl skikkaður umsøkjari við drúgvum royndum, ikki kann fáa leiðarastarv í føroysku umsitingini.
Slík framferð eigur og kann ikki at verða góðtikið í einum framkomnu samfelag!




