Formaðurin í Tjóðveldi váttaði fyri løtu síðan at hann kærdi fyrrverandi løgmann og fíggjarmálaráðharra fyri landstýrismálanevndina fyri at samráðast við donsku stjórnina um blokkstuðulin uttan at kunna uttanlandsnevndina. Men hann helt ikki at tað kundi samanberast at Kristina Háfoss í eini telefonsamrøðu við danska fíggjarmálaráðharran nú uttan um løgtingið hevði fastfryst blokkin. Hetta fekk láturin at runga í tinginum.

Í teldu brævi til Norðlýsið rættleiður Høgni Hoydal:
Tað, sum eg segði, var, at tá ið landsstýrið fór til Danmarkar at samráðast um at hækka blokkstuðulin við 200 mió, tá átti tað at verið lagt fyri uttanlandsnevndina sambært stýrisskipanarlógini – og hetta kærdu vit um. Stýrisskipanarllógin nevnir júst samráðingar við onnur lond. Hetta landsstýrið hevur ikki verið til samráðingar um blokkstuðulin. Tí er ikki talan um hesa regluna í stýrisskipanini í hesum máli