Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kærkomin sigur í Klaksvík

Jógvan Andrias Joensen

Sigurin hjá KÍ 14.09.14 á HB er – bæði so og so – ógvuliga kærkomin! Hann er kærkomin fyri felagi, hópin og viðhaldsfólkini. Tí tá langt er millum sigrarnar, kann tað skapa neiligan hugburð í og kring felagið, skrivar fyrrverandi KÍ venjari og leikari, Jógvan Andrias Joensen á sínari Facebook síðu

Sigurin hjá KÍ 14.09.14 á HB er – bæði so og so – ógvuliga kærkomin! Hann er kærkomin fyri felagi, hópin og viðhaldsfólkini. Tí tá langt er millum sigrarnar, kann tað skapa neiligan hugburð í og kring felagið.


Eitt felag sum fær statistikkin ímóti sær hevur meir enn ein trupulleika! Hetta ávirkar ikki minst huglagi á leikpallinum millum oyruni á flestu okkara.

Tað er onki at dylja yvir at úrslitini í ár hava verið ójøvn. Leikurin frameftir vøllinum hevur mangan ikki gingið sum ætla, og fleiri vandastøðurnar hava í fleiri dystum verið frammanfyri KÍ málinum heldur enn í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum.

At vinna á hesum støði er rættiliga umráðandi og ikki minst í dag! Tí sum øllum kunnugt er kappingin farin at halla, og onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt!

Hugsa vit um at leiðsla og venjarin fyrr í ár hava sett nøsina upp eftir einum 4 plássi, er at gleðast um at KÍ framhaldandi er við í stríðnum um ovastu plássini, soleiðis sum úrslitini lagaðu seg í dag.

Í tíðini sum kemur, og til hvønn dyst sær, er tað meir enn nakrantíð umráðandi hjá KÍ-leiðsluni og KÍ-viðhaldsfólkunum at vísa sín loyalitet yvirfyri venjaranum!

Vit gera tað øll best við at stuðla leikarunum í tí, sum teir gera á vøllinum! Tí líkamiki hvat hvør einstakur áskoðari meinar um leikin og valini hjá hvørjum leikara, so eigur áskoðarin at ganga út frá, at hvør leikari fylgir ætlanini, sum venjarin hevur lagt fyri dagin!

Spurningurin er so, um óhepna hendingin uttanfyri vøllin í Fuglafirði, tá KÍ leikti móti ÍF, hevur skapt so miki av øði í venjaran, at tá kappingin er liðug og endalig avger skal takast um venjaran komandi kappingarár, so er tað ein løtt avgerð at taka hjá leiðsluni í KÍ?