Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kærleikin er størsta boðið

Tíðindaskriv

Vakri boðskapurin í nýggja barnasálminum, ið Rakul Ró syngur inniligt frá hjartanum, er at kærleikin er tað størsta boðið.

Tað er pápi gentuna, Steintór Rasmussen, sum hesar dagarnar gevur út bókina, Lívið er mítt listaverk, ið hevur skrivað orð og lag.

Sangurin er innspældur í RACLIP-Studio og filmsupptøkurnar eru gjørdar í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Trúgv, vón og kærleiki fylgir børnum eins og vaksnum. Nýggi sálmurin, ið er ein jólagáva til allar føroyingar, er at finna á Youtube og á heimasíðuni steintorrasmussen.fo