Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kærleikskúlan 2015 verður avdúkað í Listasavn Føroya týsdagin 24. november kl. 9.00

Dugni

Tað eru sjey ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2015 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið kúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Tað eru sjey ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2015 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið kúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Á hátíðarløtuni fer Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálaráðnum, at flyta fram røðu og Ása Olsen, fer vegna stýri fyri Dugna, at heiðra eina virðiliga fyrimynd.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.

Kærleikskúlan 2015 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 25. november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá fólki.

Skrá 24. november 2014 kl. 9.00

* Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.

* Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna, flytur fram røðu.

* Kærleikskúlan 2015 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

* Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2015 til eina virðiliga fyrimynd.

* Ábit og drekkamuður verða at fáa.

* Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2015 henda dagin í Listaskálanum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga vegna Dugna

Hedvig Johansdóttir, stjóri

Harleyfacadeacryl