Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kærleikskúlan 2015

Tíðindaskriv

Dugni avdúkar Kærleikskúluna 2015 á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum týsdagin 24. november kl 9.00. Spennandi verður at frætta, hvør listafólkið handan Kærleikskúluna er í ár.

Dugni avdúkar Kærleikskúluna 2015 á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum týsdagin 24. november kl 9.00. Spennandi verður at frætta, hvør listafólkið handan Kærleikskúluna er í ár.

Síðani 2009 hevur Dugni givið eina Kærleikskúlu út árliga. Hvørt ár er tað eitt nýtt føroyskt listafólk, sum sniðgevur kærleikskúluna.

Kærleikskúlan er serstøk. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Eisini verður hon framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Kærleikskúlan kostar 400 kr og fæst m.a. til keyps á Listasavninum.

Allur søluágóðin fer til virksemi hjá Dugna. Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur.

Okkurt heimagjørt leskiligt ábit verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað er ókeypis atgongd.