Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaffi hjálpir ímóti sukursjúku.

Regin Sivertsen

Nýggj Amerikonsk kanning staðfestur, at kaffi millum annað hjálpir at fyribyrgja hjarta-sjúkum og sukursjúku.

Kaffi verður hjá flestum fólkið ikki kallaður fyri heilsugóðan kost, og nógv eru uttan iva farin inní tað nýggja árið við einum lyfti um at tendra kaffi maskinuna færri ferðir dagliga.

Men ein nýggj vísindalig kanning staðfestir, at tað kunnu vera nógvar heilsugóðar grundir við at drekka kaffi. Granskarar hava millum annað funnið fleiri tekin uppá, at kaffi niðursetur vandan fyri eina rúgvu at álvasomum líðingum so sum hjartasjúkum, livrasjúkum og sukursjúku.

Ímillum hesar kanningarnar eru ímillum annað ein reglulig eftirkanning gjørd í fleiri øðrum kanningarstovum, ið er almannakunngjørd í blaðnum The Journal of the AmericaMedical Association (JAMA).

Her kemur man fram til, at um ein drekkur nógv kaffi, er tað minni møguleiki fyri, at viðkomandi fær okkurt slag av 2-diabetes.

Og ikki nokk við tí: um tú drekkur meiri kaffi er minni møguleiki fyri hesum.

Fýra til seks koppar um dagin

Í einari frágreiðing, sum hevur samlað hagfrøðilig evni frá nógvum kanningarstovum, hava granskarar komið fram til, at um ein drekkur fýra -seks koppar av kaffi um dagin minkar ein vandan við 28 prosentum í mun til tveir koppar ella minni. Meira enn seks koppar dagliga minkar vandan við heili 35 prosentum.

Koffein – er mest kenda evni í kaffi – hevur ikki nakað við hettar at gera.

Í Steno Diabetes Center norðan fyri Keypmannahavn viðurkenna teir úrsliti: ,,Tað er rætt, at kaffi – enn tá í stórum mongdum – vísur til at hava eina fyribyrgjandi virkan til “type 2 diabetes”, sigur ein læknin Torben Hansen.

Hvussu tað virkar soleiðis, kann hann ikki forklára. Faktisk veit eingin granskari fyri vist at kaffi virkar soleiðis . Ein teori kann vera, at kaffi inniheldur “antioxidanter”, ið arbeiðir ímótir niðurbrótingini av sellum í kroppinum, og ,,sellu-niðurbrótingin” kann vera ein orsøk til menningina av diabetes.

Kaffi er eisini ein kelda til “chlorogensyre”, sum í djóraroynd hevur víst at kunna minka um glukoskoncentratión – sukur innihald – í blóðnum.

kelda: politikken.dk