Útisetalív: Á Oyrasundskollegiinum, sum vit kunnu kalla fyri tað føroysku betongbygdina, var kaka og kaffi at fáa. Afturvið sól, skúlalesnaði og práti annars er ikki so galið við onkrum góðum undir góman.

Keypmannahavn: Endaspurturin á ymsu skúlunum er byrjaður, ikki bara í Keypmannahavn. Munnligar og skrivligar royndir liggja fyri framman og úr er at gera viðvíkjandi lesnaði og skrivnaði.
Men føroyingum so líkt, er altíð tíð at baka eina kaku og gera ein góðan kaffimunn. Tað var terassan á Oyrasundi karmur um í dag. Ein týpiskur norðoyingur kunnu vit siga, ein genta, var so fryntlig, at koma við kaku, sum hon sjálv hevði bakað.
Henni í hølunum kom ein annar norðoyingur við eini kaffikannu. Ein drongur, sum tað sama kundi bøtt trol eysturi í Barentshavinum við Gadus; ein rættur klaksvíkingur.
Alt ber til í góðveðri.