Fyrst í apríl, fáa føroyingar høvi at hoyra og heilsa uppá kenda danska vinnulívsmannin Kenneth Lusiani. Kenneth er boðin til Føroyar, at vera høvuðsnavnið á ”Ársins Søludag 2014” sum verður í Norðurlandahúsinum, mikudagin 9. apríl.

Kenneth byrjaði sína karrieru sum stjóri í stóru donsku fyritøkuni ØK í Hong Kong, men í dag er hann kendur fyri at vera stovnari, eigari og stjóri í donsku fyritøkuni Baresso Coffee.
Baresso samtakið hevur í dag 35 caféir í Danmark, og í 13 ár hevur hann selt 35 milliónir koppar av kaffi, fyri 750 milliónir.
Kenneth kemur at hava ein fyrilestur um, hvussu vit best skapa eina tænastu- og sølumentan og týdningin at hava starvsfólk sum eru vælíkødd at selja tænastu og vørur.
Tað er føroyska felagið Fegin og danska felagið Navitas sum samskipa Ársins Søludag 2014. Meira um Ársins søludag á www.soludagur.com