Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaggin 40 ár

Oliver Joensen

Tvífløgan Kaggin – sangur og skemt. 8. novembur eru 40 ár liðin, síðan Kaggin var stovnaður. Í tí sambandi er komin út fløgan Kaggin-sangur og skemt, sum er tilfar frá ársveitslum Kaggans 1979, 1980, 1981 og 1984.

Á fløguni eru tveir og ein hálvur tími við góðum sangi og skemti. Kann vera, at onkur ikki kennist við alt, sum sipað verður til, men limir í Kagganum og tey, ið høvdu samband við umhvørvið, munnu kenna broddin og tónan í skemtinum aftur. Útgávan gevur lurtaranum høvi til at uppliva veitsluhýrin í Kagganum hesi árini.

Tilfarið á fløguni er m.a. songur og felagssongur. Vit hoyra t.d. Hermann syngja góðar tættir um hendingar og persónar, sum høvdu tilknýti til umhvørvið. Hermann syngur eisini góðu vísuna um Petur Kúll. Hermann leikar ofta sjálvur á klaver, men eisini leikar Svenn Brimheim á gittar á upptøkunum.

Robert McBirnie hermir eisini væl eftir Hermanni í sanginum “Til Havnar vit fara”, ein skuldi næstan trúð, at tað var Hermann, sum sang.

Láturin rungar, tá ið Bóka-Niels (Niels Nielsen) lesur upp úr gerðabók Kaggans, og Leivur á Skála hevur eitt innslag um “4 minuttir”. Hermann hevur nakrar hugleiðingar um kaggalimir og hendingar í Kagganum, serliga eru postkortini hjá Bambusi til Kaggans ógvuliga stuttlig. Robert McBirnie hermir eisini eftir suðuroyingum, m.ø. Hjørleivi Enni og Johan Djurhuus.

Tað er forlagið Glint, sum hevur givið út tvífløguna. Finn Jørgensen hevur tikið upp. Finnur Hansen hevur ljóðreinsað. Sára Finsdóttir hevur sniðgivið. Eilif Brimheim og Tórður Johannesarson hava lagt til rættis.