Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Ennigarð – nýggjasti KÍ-leikarin: Stórur gøtumaður skal styrkja KÍ-verjuna í ár

Norðlýsið

Hann er gøtumaður, 22 ára gamal, 193 sentimetrar langur og hevur leikt útivið 50 fyrstudeildardystir við GÍ.

Í fjør var hann annar av stýrimonnunum í miðverjuni hjá GÍ saman við klaksvíkinginum Niclasi Niclasen, men nú vil Kaj Ennigarð royna nakað nýtt, og tað er orsøkin til, at hann í ár hevur skift til KÍ. Tað er tiltikið, at fótbóltsevnini ofta liggja til familjur, og her er ættin hjá Kaj Ennigarð einki undantak. Mammubeiggi hansara er eingin annar enn Hans Leo í Bartalsstovu, sum í mong ár var ein av bestu leikarum í landinum, og beiggin Pól Ennigarð er eisini eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Mamman, Kristianna, er úr Gøtu, og pápin, Djóni, er úr Fuglafirði, so røturnar hjá hesum nýggjasta føroyska KÍ-leikaranum eru eisini lokalar. Dagliga starvast Kaj hjá Føroya Banka, har hann byrjaði sum lærlingur tann 1. september í fjør. Debut við 1. deild sum 17 ára gamal Sum nevnt, var mammubeiggi Kaj, Hans Leo í Bartalsstovu, í mong ár ein av fótbóltsprofilunum í GÍ, og Hans Leo hevur eisini havt stóra ávirkan á fótbóltsuppalingina hjá Kaj, tí upp gjøgnum árini í yngru deildunum, var mammubeiggin fyri ein stóran part venjari hjá honum. Men evnini hjá Kaj vóru eisini eyðsýnd á yngri árum, og upp gjøgnum barnaárini varð hann tí onkuntíð fluttur upp at leika við eldri liðum. Tað er tiltikið, at lopið frá unglingadeildini upp í bestu mansdeildina (sum nú eigur Formuladeildin) er rættiliga stórt. Tí er tað sjáldan, at leikarar vinna sær pláss á besta liðnum, áðrenn teir nærkast 20 ára aldri ella har áleið. Kaj Ennigarð var tó fyrr enn so at fáa sín fyrsta dyst á besta GÍ-liðnum. Hann debuteraði nevniliga longu sum 17 ára gamal á besta liðnum í Gøtu. Útivið 50 dystir í bestu deildini Tað var tó ikki so lætt hjá unga gøtumanninum ta fyrstu tíðina at bíta seg fastan á besta liðið, men so við og við búnaðist Kaj, og til dømis kann nevnast, at hann í fjør leikti við í hvørjum einasta landskappingardysti hjá GÍ. Hetta framgongur av hagtølunum í fótbóltsárbókini, sum eisini upplýsir, at Kaj leikti næst flestar minuttir við besta GÍ-liðnum. Bert málmaðurin, Geza Turi, leikti fleiri minuttir. Tað er eitt sindur ringt at siga við vissu, hvussu nógvar dystir hvør leikari hevur leikt, men leysliga mett man Kaj Ennigarð, nú hann byrjar hjá KÍ, hava leikt útivið 50 dystir við besta GÍ-liðnum. Sostatt kann staðfestast, at nýggi miðverjuleikarin hjá KÍ hevur ikki sørt av royndum á hesum støðinum. Mest vanligi makkarin hjá Kaj í miðverjuni hjá GÍ í fjør var klaksvíkingurin Niclas Niclasen. Teir báðir vóru aloftast stýrimenninir í miðverjuni, meðan menn sum Magni Jarnskor, Sam Jacobsen og aðrir traðkaðu til, tá tørvur var á tí í miðverjuni. Sostatt hevur Kaj longu í eitt heilt ár spælt saman við einum klaksvíkingi í miðverjuni. Í ár eru tað serliga tveir leikarar, sum Kaj kann rokna við at skula kappast og samstarva við um plássini í miðverjuni, og teir eru klaksvíkingurin Jan Andreasen ella nýggi amerikumaðurin, Kareem Smith, sum kemur til KÍ í næstum. Miðverjuleikarin byrjaði í álopinum Vit hava prátað eitt sindur við Kaj, sum nú hevur vant við KÍ í ein lítlan mánað ella so, og millum annað spurdu vit hann, hvar hann higartil hevur leikt á vøllinum. – Tá eg var yngri, t.d. í dreingja og unglingadeildini, spældi eg mitt á miðjuni, men tá eg so byrjaði á 1. deild sum 17 ára gamal, var eg fyrst í álopinum. – Tá Krzysztof Popczynski kom til Gøtu, brúkti hann meg í miðverjuni, og har havi eg spælt síðani, greiðir Kaj Ennigarð frá. Her skal tó leggjast afturat, at Kaj framvegis er eitt álopsvápn, serstakliga í luftini, har hann við síni stødd er ein hóttan, eitt nú í sambandi við hornaspørk v.m. Hetta gjørdi GÍ eisini brúk av í fjør, og onkuntíð, tá liðið var afturút, varð Kaj sendur fram í álopið seinasta partin av onkrum dystum í eini roynd at fáa mál. Spurdur, hvar pláss á liðnum honum dámar best, dylur Kaj tó ikki fyri, at honum dámar sera væl at leika í miðverjuni. Roknar við kapping um miðverjuplássini Hvussu hevur tær higartil dámað í KÍ? – Nú er so stutt síðan, at eg byrjaði her – ongar kappingar eru byrjaðar enn o.s.fr., so tað er heldur tíðliga til at gera sammetingar, men út frá venjingunum higartil kann eg tó siga, at tað er nøkulunda tað sama sum í Gøtu. Sjálvandi er talan um nýggjar umstøður, ið ein skal venja seg við, men tá ein kennir fleiri at leikarunum, so er tað lætt. – Annars kann eg siga, at umstøðurnar her eru sera góðar. Til dømis er ein ítróttarhøll her á staðnum, hóast vit higartil ikki hava gjørt brúk av henni, sigur Ennigarð, ið sigur seg kenna seg væl ímillum sínar nýggju liðfelagar. – Gjøgnum øll dreingjaárini havi eg spælt ímóti nógvum av KÍ-leikarunum og eisini ímóti Høgna [í ÍF], so eg kenni meginpartin av teimum. Men hvørjar vónir hevur tú um at vinna tær fast pláss á liðnum? – Sjálvandi vil eg sleppa at spæla so nógv sum tilber. Ein skiftir sjálvandi ikki felag við tí fyri eyga at sita á beinkinum, men sjálvandi verður kapping um plássini – tað er púra givið. Vildi royna okkurt nýtt Hví skifti tú til KÍ? – Tað var eina og aleina fyri at royna okkurt nýtt. – Um ein ikki ger tað sum yngri, so kemur ein kanska ikki til tað nakrantíð, og tí helt eg, at tað kanska var tað vert at royna seg hjá KÍ. Men hvussu vóru reaktiónirnar í Gøtu og GÍ, tá tey frættu, at tú vart farin til KÍ? – Ta fyrstu tíðina gekk telefonin heitt, og eg fekk nógv sms, greiðir Kaj Ennigarð frá og steðgar eitt sindur á … – Tað er ikki lætt at skifta felag – men við tíðini so leggur tað seg. – Her má eg leggja dent á, at ein sjálvandi ikki ger slíkt við tí fyri eyga at skaða sítt barndómsfelag men eina og aleina fyri sjálvur at sleppa at royna okkurt nýtt sum fótbóltsleikari. Tú ert beiggi Pól Ennigarð – eru tit líkir sum leikarar, ella eru munir? – Eg veit ikki ordiliga. Sjálvandi hava vit sum beiggjar nøkur felags eyðkenni. Vit hava jú eisini fylgst upp gjøgnum árini, fyrst heima í túninum og so víðari. – Pól hevur eisini leikt í miðverjuni alt sítt lív, so vit hava nakað til felags – men í fjør hendi so tað, at hann flutti fram á miðvøllin at leika, sigur Kaj Ennigarð, sum higartil í síni karrieru sum fyrstudeildarleikari einaferð hevur roynt at vinna gull. – Tað var í steypakappingini í 2005, tá vit í finaluni leiktu ímóti ÍF. Tað var sjálvandi stuttligt og spennandi at vinna steypafinaluna, og tað at dysturin samstundis var ein lokaluppgerð, gjørdi upplivingina ikki minni spennandi. At enda spurdu við Kaj Ennigarð, hvat hann roknar við, at úrslitið verður í ár – hvørji verða oddaliðini? – Tað er ilt at meta um so tíðliga á árinum, men skal eg siga nakað, so rokni eg við, at vit verða í fremra endanum saman við eitt nú HB og B36 – men har eru jú fleiri onnur lið, ið hava styrkt seg til kappingina. Norðlýsið takkar Kaj Ennigarð fyri samrøðuna og ynskir honum alt tað besta – ikki minst sum KÍ-leikari í 2007.