Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo bindur um heilan fingur

John William Joensen

Klossuta royndin hjá Javnaðarflokkinum og Jóannesi Eidesgaard, at sleppa sær burturúr annars hálovaða samstarvinum við Tjóðveldi, hevur nú fingið avleiðingar í málsøkjabýtinum millum ráðini í BAC-samgonguni.

tórbjørn jacobsen 

Táið fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjarmálaráðharri ikki átti dirvið, at siga fólki frá politisku og veruligu orsøkini til slitið, tá íspann hann saman við fylgisneytum søguna um hurðina og lásið. Ein føroyskur Alfred Hitchcock var føddur. Jarnbrotið skuldi eitast at vera, at hann hevði ræðisrættin á ognunum í Tinganesi. Allir serfrøðingar, húsjuristurin hjá løgmanni og løgmansstjóranum undantikin, meintu, at als ongi prógv funnust fyri hesi sniðfundigu og søktu greiningini av málsøkjabýtinum undir CHE-samgonguni. 

Prógvið um, at Løgmansskrivstovan hevur tikið í egnan barm og ásannað, at táverandi løgmaður leyp framav, táið hann “fysiskt” gjørdi seg inn á Uttanríkisráðið, fyri at finna eina ússaliga lopfjøl burturúr eini samgongu, sum Javnaðarflokkurin ikki hevði tæri, dirvi tíansheldur rygg til at samstarva í, er nýggja ásetingin um málsøkjabýtið, sum er lagt fram fyri almenningin á heimasíðu Løgmansskrivstovunnar ídag. 

Meðan bíðað verður eftir kanningarstjóranum, hvørs setan bæði Kaj Leo og Jóannes siga seg at stuðla, hevur okkara nýggi løgmaður verið somikið skilagóður, at hann hevur bundið um heilan fingur við hesi orðingini:

§ 3. Umsitingarøkið
Løgmaður er ovasta umboð Føroya, samskipar starv landsstýrismanna og hevur eftirlit við teimum. Eisini umsitir løgmaður yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark. 

Stk. 2. Løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og ger av, hvør ið húsast skal í einstøku ognunum á matr. nr. 1, 2, 3, 7, 9, 10, 12a, 12c, 13, 36 og 149. 

Stk. 3. Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) Norðuratlantsbryggjuni – vinnurekandi grunnur.

Kelda: www.tinganes.fo