SIGMUND POULSEN: Eg havi verið tætt upp at hesum máli í eitt heilt ár. Nógv tættari enn klientur mín, Føroya løgmaður. Eg finni absolutt einki í málinum, sum kann undirbyggja, at løgmaður nakrantíð hevur logið fyri nøkrum i hesum máli.
SIGMUND POULSEN: Eg havi verið tætt upp at hesum máli í eitt heilt ár. Nógv tættari enn klientur mín, Føroya løgmaður. Eg finni absolutt einki í málinum, sum kann undirbyggja, at løgmaður nakrantíð hevur logið fyri nøkrum i hesum máli.
Verjuadvokaturin hjá Løgmanni, Sigmund Poulsen, ger greitt at øsingin sum verið hevur eftir niðurstøðuna hjá Gammeltoft er ”fullkomiliga vanvittig”.
– Eg eri sannførdur um at tað besta sum kann henda fyri løgmann er um tingið avgjørdi at leggja málið fyri rættin, sigur advokaturin.
Nógv kjak hevur verið á heimasíðuni hjá Norðlýsinum síðan vit loyvdu okkum at sitera úr frágreiðingini og niðurstøðuni hjá Gammeltoft. At vit harafturat hava sitera frágreiðingina, sum verjuadvokaturin hjá løgmanni gav kanningarstjóranum hevur loypt øði í grindina. Hon liggur annars úti á heimasíðuni hjá Løgting.fo…
Hetta hevur nú fingið Sigmund Poulsen, at tala at og á ein sera persónligan og greiðan hátt ger hann greitt at hóast hann sum advokatur ikki longur arbeiðir fyri ella er bundin av løgmanni, so er Sigmund sannførdur um at Kaj Leo hevur als ikki logið um leiklut sín, og at Gammeltoft hevur eingi prógv fyri at siga at løgmaður hevur borið tinginum skeivar upplýsingar.
Niðurstøðan hjá Gammeltoft heldur ikki í rættinum
Sigmund Poulsen, skrivar:
Gammeltoft legði undir framløguni týsdagin dent a: “Det er MIN bevisvurdering, at….”. Í hesum máli er einki skjalprógv fyri, at løgmaður gjørdi nakað sum helst við break fee avtaluna, ella at hann skalhava sagt ósætt.
Her fyriliggur bara ein undirskrift: Tann hjá Kára P. Højgaard. Tí má avgerðin grundast á annað enn skjalprógv – í hesum føri, at Gammeltoft TRÝR upp á tað, sum aðalstjórin insinuerar undir avhoyringunum, og sum landsstýrismaðurin eftirfylgjandin undir avhoyring tekur undir við.
Tað er her, eg eri ósamdur við Gammeltoft. Eg haldi at hansara “bevisvurdering” er skeiv.
Hvat við at spyrja mótpartin í avtaluni um, hvør gjørdi hana? Tað hevur Gammeltoft gjørt. CIP kann ikki vátta at løgmaður gjørdi avtaluna so ella so. Bara aðalstjórin og landsstýrismaðurin.
Hvat við hinum fundarluttakarunum? Ongin – ikki ein teirra – hevur kunnað váttað, at løgmaður í veruleikanum gjørdi avtaluna.
Tað er her eg sigi, at metingin og avgerð um at leggja avgerandi týdning í tað, sum aðalstjórin og landsstýrismaðurin siga, er skeiv. Grundarlagið undir mínari argumentatión um hetta er nettupp tað, sum nevnt er í greinini her.
Tá Gammeltoft so velur at leggja til grund, at egentliga gjørdi løgmaður avtaluna so, ella so, so skal hann meta um, um løgmaður hevur gjørt avtaluna við vilja ella av óvart. Hvør ger eina avtalu av óvart?
Konklusión hjá Gammeltoft: Løgmaður hevur egentliga gjørt avtaluna. Hann hevur sagt andstøðuni, at hann ikki gjørdi hana, altso hevur hann borið løgtinginum rangar upplýsingar.
Og so fer eldur í alt og krøv um krossfesting fylla alt miðlarúmið – ikki tí at avtalan há landsstýrismanninum við CIP var lóglig, ikki tí at tað var lógligt av landsstýrismanninum at nokta innlit í avtaluna, ikki tí at break fee avtalan var lóglig, ikki ti at løgmaður ikki hevði brotið sína eftirlitsskyldu, men tí at løgmaður mátti skilt, at HANN egentliga hevði gjørt break fee avtaluna, sum ein annar, altso slandsstýrismaðurin hevur skrivað undir (tí tað siga aðalastjórin og landsstýrismaðurin), og at løgmaður tí hevur borið løgtinginum rangar upplýsingar.
Altso løgmaður hevur í veruleikanum sagt ósætt við afturvirkandi kraft. Ella var tað so galið, at løgmaður alla tiðina var greiður yvir, at hann hevði gjørt eina avtalu, sum landsstýrismaðurin á málsøkinum hevði skrivað undir?
l
Hann sigur át hann hevur nú eftirfylgjandi ásannað – eftir at hava lisið fráfrágreiðinga fra Gammeltoft gjølla – at hann nokk tók munnin ov fullan, tá hann eftir áhaldandi provokatión frá andstøðuni segði, at hann “slettis ongan lut” átti í avtaluni. Løgmaður tók aktivt lut á fundinum, har avtalan varð umrødd fyrstu ferð (men ikki tá hon varð undirskrivað) og tí visti hann um hana og hevði tosað um hana á fundinum. Av HESI orsøk bað hann um umbering fyri orðavalið um at “ongan lut” átti í avtaluni – ikki tí at løgmaður í dag heldur, at hann gjørdi ella í avgerandi mun ávirkaði, og at hann skal hava sagt ósætt um hetta.
PS. Eg skrivi hetta sum forsvarsadvokatur. Eg eri ikki úti í partapolitiskum ørindum, men eg øtist av tí fullkomiliga vanvittigu øsingini, sum hevur tikið seg upp, og sum í summum førum slettis einki hevur við sakina av gera. Minnist til, at Gammeltoft er ikki ein dómstólur, og at tingið skal taka støðu til, um tað skal leggja malið fyri ein dómstól. Mín persónliga meining beint nú er, at tað hevði kanska verið tað besta fyri løgmann.
PPS. Mín uppgáva fyri løgmann sum hjásiti er liðug, og eg havi einki at gera við hetta mál longur. Áðrenn eg skrivaði hetta, havi eg biðið løgmann um samtykki til tess.
(RED: Sigmund Poulsen skrivar hetta umvegis Facebook til Norðlýsið)




