44 ára gamli formaðurin í Sambandsflokkinum, skal standa á odda fyri ABC samgonguni, sum Føroya Løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen, er føddur tann 28. august í 1964. Foreldrini eru Leo Hans Johannesen (deyður 1991) og Karin Holm Johannesen, bæði ættað úr Mykinesi.
Kaj Leo er einsamallur drongur í einum systkinaflokki upp á fimm, ið eisini telur systrarnar Liss, Marin, Jákubinu og Oddvør.
Kaj Leo Johannesen er giftur við Jórun, og búgva tey saman við synunum Heina (føddur í 2000), Jákupi (føddur í 2001) og Jónasi (føddur 2006) á Teigi í vesturbýnum í Havn.
Frælslintur
At Kaj Leo er partur av einari nýggari generatión av Sambandsmonnum er eingin ivi um.
Hann er sera frælslintur og á heimasíðu síni skrivar hann at einstaka menniskjað er besta trygdina fyri, at optimal virði verða skapt í samfelagnum.
– Her hugsi eg um ta liberalu hugsjónina, sum eg gangi inn fyri – tó so, at greiðar reglur skulu setast upp fyri, hvussu henda hugsjón skal virka, so øll menniskju kunnu njóta ágóðan av hennni.
– Hugsjónarliga meti eg, at frælsi er eitt ógvuliga vítt og komplekst orð, soleiðis at meiningin við frælsi ikki er tann sama hjá øllum. Fyri at nevna nøkur dømi:
– Trúarfrælsi
– Fíggarfrælsi
– Mentunarfrælsi
– Marknaðarfrælsi
– Talufrælsi
– Eg eri fyri tættari samstarvi við ES, eins og eg eri fyri fríari kapping í vinnulívinum.
– Neyðugt er, at greiðir málsetningar verða settir út í kortið, soleiðis at tað ikki gerst eitt kjak um innantómar flosklar, sum eitt nú at lækka skattirnir samstundis sum vit skulu hækka útreiðslurnar, ið krevjast fyri at reka samfelagið.




