Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo Johannesen stillar upp til býráðsvalið

Helgi Abrahamsen

”Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.” Tað boðar Sambandsflokkurin frá í morgun.

Gitingar hava verið um í eina tíð, at Kaj Leo møguliga fór at stilla upp, og fríggjadagin segði hann, at hann fór at taka endaliga støðu í vikuskiftinum. Nú er støðan tikin, og fyrrverandi løgmaður verður við á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.

Kaj Leo er 52 ára gamal, er giftur og eigur 3 børn. Hann hevur fyrr sitið í Tórshavnar Býráð. Tað var í valskeiðinum frá 1996 – 2000. Ta ferðina valdi hann ikki at stilla uppaftur.

Harleyfacadeacryl