Kaj Leo situr tryggur í formanssessinum hjá Sambandsflokkinum sum hevur landsfund leygardagin. Sum skilst er einki uppskot til formansvalevni og sostatt er greitt at verandi formaður heldur fram. Tó hevur næstformaðurin, Johan Dahl, boða frá at hann ber seg undan afturvalið og tí fær flokkurin nýggjan næstformann.

Sambært viðtøkunum verður formaðurin í Sambandsflokkinum valdur eitt ár í senn, og hóast leiðslan í fleiri málum hevur fingið harðar atfinningar og so seint sum í seinastu viku í veljarakanning stóð sum tapari á komandi løgtingsvali, hevur flokkurin eftir øllum at døma framvegis álit á verandi leiðslu.