Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo tryggjaði Levanger oddasessin

Jákup Ósá

 Levanger spældi í kvøld sín næsta landskappingardyst.

Dysturin í triðbestu norsku deildini var á útivølli móti Gjøvik Lyn. Og longu eftir tveir minuttir fekk Levanger brotsspark. Kaj Leo í Bartalsstovu bleiv settur at skjóta og hann var tryggur. Hetta gjørdist eisini einasta málið í dystinum. Levanger hevur saman við tveimum øðrum liðum fult stigatal, men eru á odda vegna betri málmun.

Kaj Leo spældi allan dystin á vinstra vongi.