Atlantis sýnir í kvøld kl. 20:00 Íslendska filmin Kaldaljós, hetta er filmur frá filmsfelagnum Klipp.
Kaldaljós
Slag : Drama
Spælilongd : uml. 90 min.
Aldursmark : 12 ár
Undirtekstur : Enskur
Leikarar : Ingvar Eggert Sigurðsson, Kristbjørg Kjeld og Ruth Olafsdottir
Um filmin : Hvat hevði verið betur enn at vita hvat framtíðin hevði at bjóða? Og hvat kundi verið verri? Ein barndómur við nógvum kærleika fær ein bráðan enda tá ein katastrofa hendir: Ein katastrofa sum barni visti fór at koma, men ikki megnaði at fyribyrgja.
Ein 40 ára gamal maður hevur fjalt seg í einum sjálvgjørdum fongsli av einsemi. Søga hansara byrjar tá hann endaliga gerð upp við seg sjálvan, og skapar sær ein áhuga fyri lívinum hjá øðrum: Sína egnu næstan óhugsandi fortíð. Sum hann trilvandi skavar í øskuni, finnur hann ljósið og tí lukku sum bíðar honum, og hesin, næstan sjálvsagt kaldi, filmurin bankar uppá lívs dyrnar og avgjørt vísur seg sum eitt upplyftandi listaverk.
Legg til merkis : Av tí at eintakið av filminum (film spolarnir) sum Klipp skuldi fáa, er sent til frumsýning í USA, fáa Klipp og Atlantis filmin á Beta SP bandi. Hetta merkir at film maskinan og nýggja surround ljóðið kunnu ikki nýtast til hesa sýning, ístaðin verður tað uppvørpa og stereo ljóð sum verður nýtt til at endurgeva henda filmin. Tískil livur mynda og ljóðgóðskan kanska ikki upp til tann annars høga standard, sum Atlantis vanliga borgar fyri.
Filmurin verður sýndur í kvøld, týskvøldið 18.01.2005, Kl. 20:00
Atgongumerki á kr. 60,- fáast á Shellstøðini í Klaksvík, og í húsinum hálvan tíma undan sýning.




