Í dag liggur vindurin millum vestan og útnyrðing. Hitin liggur um 6-7 stig. Miðalvindferðin liggur um andøvsgul, 6 m/s. Tó skal hetta takast við fyrivarni, tá miðalvindferð merkir, at onkur støð fáa eitt sindur meira av vindi, meðan onnur fáa eitt sindur minni.
Í dag liggur vindurin millum vestan og útnyrðing. Hitin liggur um 6-7 stig. Miðalvindferðin liggur um andøvsgul, 6 m/s. Tó skal hetta takast við fyrivarni, tá miðalvindferð merkir, at onkur støð fáa eitt sindur meira av vindi, meðan onnur fáa eitt sindur minni.
Fyrrapartin í morgin snarar hann í ein norðan. Køld luft rekur av norði, tískil kann kaldari veður væntast komandi dagarnar. Eitt lágtrýst liggur í ein landnyrðing úr Føroyum. Hitin lækkar niður ímóti frostmarkinum, og vindferðin hækkar upp í ein strúk í vindi til hvassan vind, 13 – 18 m/s. Ættin verður verandi millum vestan og norðan.
Í dag – hósdag – verður vindferðin støðug, millum 5 – 6 m/s. Tað verður turt við møguleika fyri sólglottum. Hitin liggur millum 6 – 7 hitastig.
Fríggjanáttina verður væntandi regn av útnyrðingi. Seinni út á dagin snarar hann ímóti norðuri, og tað verður eitt stívt andøvsgul, 8 – 11 m/s. Væntast kann turrari út á dagin og kvøldið. Hitin liggur um 3 hitastig, seinni út á kvøldið niður ímóti frostmarkinum.
Leygardagin veksur hann upp í hvassan vind til skrið, 13 – 18 m/s, við møguleika fyri ælaveðri, serliga norðanfyri.
Sunnunáttina fer at regna, við møguleika fyri vátaslættingi. Út á dagin tornar og makar hann vindin niður í ein strúk í vindi, 14 m/s. Hitin alt vikuskiftið fer at liggja ímillum 0 – 3 hitastig. Í støðum kann væntast hálka.
Mánadagin verður vindferðin tann sama, vit fáa ein strúk í vindi, 14 m/s. Hitin fer at liggja niður ímóti frostmarkinum, 1 – 3 hitastig. Tað fer at regna og møguleiki verður fyri vátaslættingi.
Gott vikuskifti.




