Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaldbaksvegurin

Heðin Mortensen

Tíðindaskriv: Á borgarafundi í Kaldbak undan jólum varð ringi standurin á vegastrekkinum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak umrøddur.

Møguleikin at brúka yvirskotsgrót frá Eysturoyartunlium at dagføra vegin, so hann kann lúka nútíðar krøv til eina trygga samferðsluleið varð umrøddur í hesum sambandi.

Eg havi tí í dag sett landsstýrismanninum í innlendismálum, Hendriki Old viðfesta fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Endamálið er at seta dagføring av Kaldbaksvegnum á dagsskránna hjá Landverki við at vísa á hendan upplagda møguleika at brúka av teirri stóru nøgd av vælegnaðum gróti frá Eysturoyartunnlinum.

Tórshavnar kommuna gjørdi vegin av Hvítanesi til Kaldbaks í 70’inum sum part av avtaluni, tá Kaldbak legði saman við Tórshavnar kommunu. Stutt eftir at vegurin varð gjørdur, yvirtók landið vegin. Lítið og einki er gjørt við vegin síðani, hóast fólkatalið er vaksið munandi, eins og tørvurin hjá hvørjum einstøkum at koyra til og frá er fleirfaldaður.

Nógv fólk ferðast eftir vegnum til og frá arbeiði hvønn dag – bæði av bygdini og til Kaldbaks.

Við at brúka gróti frá Eysturoyartunlinum til at dagføra Kaldbaksvegin, sleppa vit undan nógvari tungari koyring – bæði nú frá tunlinum við gróti, og seinni til økið, tá Kaldbaksvegurin annars hevði skulað verið dagførdur.

Heðin Mortensen, løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur viðvíkjandi dagføringum av Kaldbaksvegnum, settur Henriki Old landsstýrismanni.

1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi tí at dagføra Kaldbaksvegin?

2. Eru ætlanir um, at brúka av grótinum frá Eysturoyartunlinum at breiðka og nútímansgera vegin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks?


Viðmerkingar:
4,5 km langa vegastrekkið úr Kaldbaksbotni til Kaldbaks er sera ótíðarhóskandi. Vegurin er smalur og trygdin er ikki í lagi. Eitt nú ríður undan vegnum í fleiri støðum.

Tórshavnar kommuna gjørdi vegin av Hvítanesi til Kaldbaks í 70’inum sum part av avtaluni, tá Kaldbak legði saman við Tórshavnar kommunu. Stutt eftir at vegurin varð gjørdur, yvirtók landið vegin. Lítið og einki er gjørt við vegin síðani, hóast fólkatalið er vaksið munandi, eins og tørvurin hjá hvørjum einstøkum at koyra til og frá er fleirfaldaður.

Nógv fólk ferðast eftir vegnum til og frá arbeiði hvønn dag – bæði av bygdini og til Kaldbaks.

Nú arbeiðið við Eysturoyartunnilin er byrjað, verður nógv yvirskotsgrót tøkt, sum er vælegnað til vegagerð. Við at brúka hetta til at dagføra Kaldbaksvegin, sleppa vit undan nógvari tungari koyring – bæði nú frá tunlinum við gróti, og seinni til økið, tá Kaldbaksvegurin kortini innan fá ár annars hevði skulað verið dagførdur.

Á løgtingi 27. desember 2016
Heðin Mortensen