Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kall eisini á Brúnaskarði

Oliver Joensen

Fríggjadagin í síðstu viku vóru menn frá Kall á Brúnaskarði og settu upp sendiútgerð til fartelefonir.
Kall sigur, at teir støðugt arbeiða fram ímóti at hava egnar sendarar kring um í landinum til fartelefonnetið og Brúnaskarð sendarin er ein liður í útbyggingini.

Kall hevur frammanundan eina sokallaða "roomingavtalu" við Føroya Tele og hevur hetta við sær, at fartelefonirnar hjá Kalli kunnu brúka sendinetið hjá Føroya Tele. Men Kall hevur egið sendinet í Tórshavn og í pørtum av Eysturoy. Men við uppsetingini á Brúnaskarði roknar Kall við sjálvt at kunna servicerað kundum sínum í Klaksvík.
Sendistøðin hjá Kalli á Brúnaskarði verður sett til í hesu vikuni og tá fæst at vita, hvussu góðan dekning Brúnaskarð gevur.
Meira í Norðlýsinum fríggjadagin.