Fast samband søkist skjótast gjørligt við 20-25 ára gamalt framligt fólk at arbeiða í nýggja Kall-handli okkara í Klaksvík. Í fyrstu syftu er starvið 20-25 tímar um vikuna.
Fast samband søkist skjótast gjørligt við 20-25 ára gamalt framligt fólk at arbeiða í nýggja Kall-handli okkara í Klaksvík. Í fyrstu syftu er starvið 20-25 tímar um vikuna. Tú fer í høvuðsheitum at avgreiða, selja og veita kundum okkara tænastu annars.
Dámar tær væl tað tøkniliga og at veita øðrum góða tænastu, hevur tú fyrimun. Ert tí harumframt sjálvstøðug/ur, og hevur tú áður arbeitt í handli ella sum sølufólk, er starvið títt beinanvegin at kalla!
Heldur tú hetta vera áhugavert, kanst tú senda okkum eina góða umsókn. Seinasta freist at søkja er um middagsleitið mikudagin 26. apríl 2006. Allar umsóknir, ið skulu sendast til nkn@kall.fo, verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú fyrst vita meira um starvið, vend tær so bara til Niclas K. Niclasen á telefon 50 20 44 ella við telduposti til nkn@kall.fo. Longu nú kunnu vit tó upplýsa, at vit bjóða tær góðar lønar- og setanartreytir, ið verða sambært avtalu okkara millum.




