Í hálvleikinum í dystinum ídag ímillum Stjørnuna og Kyndil, skrivaðu Bjarni Askham Bjarnason og Kristoffer Ragnarsson undir sponsoravtalu.
Kristoffer Ragnarsson, formaður í Stjørnuni sigur, at hetta er ein sáttmáli sum kemur væl við hjá Stjørnuni. Tað er Norðoya Sparikassi sum er høvuðssponsor, men hendan avtalan er saman við øðrum átøkum, við til at tryggja peningaliga grundarlagið undir Stjørnuni í trý tey komandi árini, so hetta kemur sera væl við hjá okkum.




