Kallanes fór til útróðrar í gjárkvøldið og kom aftur í morgun við 7000 pundum. Árni Zachariassen, skipari á Kallanes sigur, at um helvtin av veiðuni var longa, restin var hýsa, toskur og annar fiskur.
Annars fáast vit við at pussa bátin eitt sindur upp, eisini tí hann skal upp á beding til eftirlit, so hetta er eitt gott høvi at taka hond um ymiskt.




