Útróðrarbátarnir fáa nú eisini brosmu, longu og hvíting. Fleiri avreiða seinnapartin.
Flestu av hinum útróðrarbátunum avreiða seinnapartin.
Á yvirlisti hjá FMF sæst, at Kallanes hevur roynt norðanfyri í nátt. Hann landaði kl. 08.00 og hevði 7000 pund. Tað vísir seg, at bátarnir nú fáa fitt av brosmu, longu og hvítingi afturat tí meira vanliga, sum í vetur hevur verið toskur og hýsa.
Í gjár avreiddi Bragd 5200 pund og Brandur 5600 pund. Seinnapartin avreiða Líðhamar, Norðsøki og Brandur.




