Ein av heilt góðu túrunum hjá nøkrum útróðrarbáti higartil í vetur.
Líðhamar avreiddi 8000 pund í morgun, men flestu av hinum vóru seinir aftur og selja ikki fyrr enn á søluni í morgin. Ein av hesum bátunum var Kallanes, sum gjørdi ein roktúr í dag. Hann fekk 12.000 pund.




