2. uppstillingarfundur til løgtingsvalið hjá Norðoya Fólkaflokksfelag verður mánakvøldið 20. august
Formaðurin í Norðoya Fólkaflokksfelag, Absalon í Buð, sigur við Norðlýsið at ætlanin er at fáa uppstillingina frá hondini skjótast gjørligt.
– Eg kann vátta at Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu og Jákup Mikkelsen eru á listanum og at ætlanin er at fáa listan frá hondini innan stutta tíð.
Formaðurin í Norðoya Fólkaflokksfelag hevði onki at viðmerkja til flokkskiftið hjá Rúnu Sivertsen, men hann kundi vátta at Rúna hevði boða honum frá hesum í morgun.
2. uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkaflokksfelag verður mánakvøldið 20. august kl. 19 á Sjómannsheiminum.




