Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalsoyarleiðin hevur betri uppiborið

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík

– Ætlanin um at seta Jósup inn at røkja Kalsoyarleiðina fyri Sam er als ikki nøktandi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann heitir á landsstýrismannin um at finna eina betri loysn, nú Sam fyribils verður tikin úr sigling.

Í staðin fyri Sam, sum hvønn dag førir fólk, farm og bilar yvirum Kalsoyarfjørð, ætlar Strandferðslan nú at seta inn Jósup, sum hvørki tekur farm ella bilar. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu viðurkennir tørvin á viðlíkahaldi av Sam, men metir ikki fyriliggjandi loysn vera haldbara. – Tað er sjálvsagt ikki nøktandi, at Jósup bert megnar at røkja ein lítlan part av teimum uppgávunum, sum Sam annars røkir hvønn einasta dag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Borgarstjórin leggur dent á, at ferðavinnan í Kalsoynni seinastu tíðina er økt munandi, og at oyggin tí hevur prógvað sítt stóra virði, Tí, sigur hann, hevur Kalsoyarleiðin betri uppiborið.

– Ferðafólkatalið til Kallsoynna er økt nógv seinastu árini. Hetta hevur óivað kastað fíggjarligan vinning av sær hjá strandferðsluni, men tað krevur eisini eitt nøktandi ferðasamband, bæði fyri ferðandi, sum vitja oynna, men sanniliga eisini fyri tey, sum hvønn dag ferðast ímillum við bili til arbeiðis í eitt nú Klaksvík ella í Eysturoynni, sigur Jógvan Skorheim.

– Harafturat gera fjarstøðurnar og vegirnir ímillum bygdirnar á Kalsoynni tað eisini torført hjá íbúgvunum har at klára seg uttan bil, og tað ger ætlanina um at seta Jósup í sigling rættiliga óhepna. Harumframt hava íbúgvarnir á Kalsoynni tørv á farmaflutningi meira enn bert tveir dagar um vikuna, og tí hoyrir ein slík niðurraðfesting av Kalsoyarleiðini ongastaðni heima. Í staðin átti hendan farleiðin at verið raðfest uppaftur hægri, enn hon longu er í dag, sigur Jógvan Skorheim.

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er sannførdur um, at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur møguleika og vilja til at finna eina frægari loysn uppá trupulleikan.

– Landsstýrismaðurin hevur áður gjørt vart við, at hann vil raðfesta útjaðaran og tryggja øllum nøktandi farleiðir. Eg eri eisini fullvísur í, at landsstýrismaðurin veit, at Kalsoyingar ikki eru ónøgdir av lyndi, men at teir harafturímóti longu taka til takkar við tí sambandi, sum teir vanliga hava í Sam. Nú hevur hann so ein gyltan møguleika at prógva hetta í verki, við at raðfesta Kalsoyarleiðina og finna eina nøktandi loysn, sigur Jógvan Skorheim.