“Tað skuldi verið vent á høvdið. Vit skuldu fingið Ternuna og nólsoyingar skuldu fingið Jósup. Tað hevði verið best fyri allar partar,” sigur borgarstjórin í Húsa kommunu, Magni Garðalíð.
Magni sipar til umleggingina av rutunum hjá Strandfaraskipum Landsins, nú Sam skal umvælast.
Meðan Sam er á beding skal Jósup røkja siglingina á Kalsoyarleiðini og Ternan skal sigla um Nólsoyarfjørð. Mánadag og fríggjadag verður eftir ætlan býtt um, tí tá skal Ternan sigla farmatúr í Kalsoynna.
Meira brúk fyri bilum í Kalsoynni
“Hatta ber ikki til,” sigur Magni Garðalíð. Hann vísir á, at í Kalsoynni eru 18 kilometrar av vegi, og tí eru fólk har bundin at bili. “Í Nólsoy er tørvurin á bilum ikki tann sami, og við Jósupi høvdu tey havt ein bát, ið sigldi skjótari,” sigur hann.
Magni heldur ikki, at kalsoyingar fáa somu nyttu av einum skjóttgangandi báti. “Flestu ferðafólkini í Kalsoynni síggja ikki bátin úr bygdini, og tí mugu tey kortini frá húsum í góðari tíð,” sigur hann. Tá heldur hann, at nólsoyingar høvdu fingið størri nyttu av skjóttgangandi bátinum.
Forðar arbeiðinum
Magni Garðalíð arbeiðir sum kokkur, og hevur kundar kring alt landið. Í tí sambandinum hevur hann ein vogn við einum vinnuligum køki, ið hann tekur við sær. “Men her verður Jósup ein fløskuhálsur, tí tað skal raka rættiliga væl, um arbeiðið skal fella saman við einum farmatúri,” sigur hann.
Tað sama er galdandi, tá hann skal keypa vøru inn. Tá er tað sera óarbeiðsligt um hann ikki kann taka bilin við.
Fara at tosa við landsstýrismannin
Tá vit í morgun tosaðu við Magna Garðalíð segði hann, at hann fór at tosa við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, um at fáa fund í lag við Hendrik Old, landsstýrismann, um málið.
”Sam skal umvælast í 7 vikur, og tað vita vit, at tá ein so gamal bátur verður umvældur, so tekur tað altíð longri tíð enn ætlað,” sigur Magni Garðalíð.
Hann heldur, at hetta verður ein stórur trupulleiki fyri Kalsoynna, og hann veit nógv dømi um, tá avloysaraferjur fyrr hava siglt, at fólk hava ætlað sær í Kalsoynna, men eru setst aftur, tí tey hava ikki fingið bilin við.
”Fólk leggja ikki merki til, fyrr enn tey koma til bátin, at tað er ein annar bátur sum siglir,” sigur hann.
Á Strandfaraskipum Landsins ætla tey, at Jósup skal sigla í Kalsoynna frá 7. mars til 20. apríl.




