Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalt millum ovastu leiðararnar í Fiskimálaráðnum?

John William Joensen

Tað eru nú 14 dagar síðan Løgmaður fekk frágreiðing frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, um ólógligu flytingarnar av veiðuloyvum. Løgmaður, sum er staddur uttanlanda, hevur enn onga niðurstøðu gjørt í málinum. Og nú eru søgur farnar at ganga um at málið um ólógligu veiðuloyvini ávirkar samstarvið millum ovastu embætisligu leiðsluna og landstýrismannin.

Tað eru nú 14 dagar síðan Løgmaður fekk frágreiðing frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, um ólógligu flytingarnar av veiðuloyvum. Løgmaður, sum er staddur uttanlanda, hevur enn onga niðurstøðu gjørt í málinum. Og nú eru søgur farnar at ganga um at málið um ólógligu veiðuloyvini ávirkar samstarvið millum ovastu embætisligu leiðsluna og landstýrismannin.

Mikudagin 28.juni var landsstýrismaðurin í Vinnunevndini og bitið varð merki í at hvørki aðalstjórin í fiskimálaráðnum ella stjórin í VØRN vóru við landsstýrismanninum. Ístaðin vóru fulltrúði, deildarleiðari og ein løgfrøðingur einastu umboð fyri embætisverki hjá landsstýrismanninum.

Fráverðan av hægstu embætisfólkunum, sum dagliga skulu umsita nýggju fiskivinnulóggávuna, varð bitið merki í og andstøðan viðmerkti hetta í álitinum sum varð latið løgtinginum seinrapartin

Í álitinum skrivað umboðini hjá andstøðuni í løgtiginum m.a.:

…Arbeiðsumstøðurnar hjá nevndini hava eisini verið sera truplar, tí tað fyri tað fyrsta ikki hevur borið til at fáa fleiri týðandi persónar inn í nevndina til hoyringsfundir.

Millum annað hava, løgmaður, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum øll verið burturstødd.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum hevur av einhvørjari orsøk ikki verið við til hoyringarnar. Tað er sera óvanligt í so stórum og týðandi málum og kann neyvan góðtakast. Og tað barst eisini stjóranum í Vørn frá at vera við. Her er talan um embætisfólk, sum skulu umsita skipanina, um hon verður samtykt.

Tað eru tí nógvir spurningar um avleiðingar av uppskotinum, sum meirilutin í nevndin metir seg ikki hava fingið nøktandi svar upp á, og meta vit tí uppskotið als ikki vera búgvið at samtykkja.…..


Í gerðabókini hjá Vinnunevndini stendur soleiðis um vitjanina hjá landsstýrismanninum:

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kom á fund kl. 13.35 saman við embætisfólki sínum, Jens Helga Toftum, fulltrúa, og saman við umboðum fyri VØRN, Jóhan Simonsen, deildarstjóra, og Jan Klein Olsen, løgfrøðingi, og um­boð­um fyri Havstovuna, Eilif Gaard, stjóra, og Petur Steingrund, leiðara…..