Køli at koma til arbeiðis í morgun. Kaldur vindur av útnyrðingi, eitt skrið, 18 til 22 m/s. Hetta er miðalvindur. Sjálvsagt eru frávik (vindblak og hvirlur) frá miðalvindi – bæði upp og niður.
Køli at koma til arbeiðis í morgun. Kaldur vindur av útnyrðingi, eitt skrið, 18 til 22 m/s. Hetta er miðalvindur. Sjálvsagt eru frávik (vindblak og hvirlur) frá miðalvindi – bæði upp og niður.
Tað er eitt lágtrýst norðan fyri Føroyar, sum stendur fyri hesum kalda veðri. Lágtrýstið fer í dag at flyta seg longur burtur frá okkum, samstundis sum tað grynnist – t.e., at megi fer úr tí. Fyri okkara leiðir fer tað ikki at hava við sær stórvegis broyting í dag. Vindurin fer at kom av útnyrðingi í allan dag, og vindferðin fer at vera sum hon er í morgun, skrið 18 til 22 m/s – í hvirlunum fer vindferðin upp í 25 til 28 m/s.
Í allan dag fara kavaælingar at vera. Møguleiki er fyri heglingsæli eisini við torusláttri. Hitin í dag fer at liggja um 1 til 3 stig.
Hyggjandi frameftir nakrar dagar, so verður ein glottin við minni vindi í morgin, men í annaðkvøld veksur vindurin aftur av suðuri, og tað verður regn. Mikudagin verður fitt av vindi úr útsynningi; hósdagin verður minni vindur.




