At onki kamping- og tjaldingarøki er í nærumhvørvinum, haldi eg vera ein missur fyri býin og kommununa.
Nú tað er sera væl umtókt at ferðast í egnum landi, er tað synd, at vit sum næststørsta kommuna ikki kunnu bjóða møguleikan at kampa ella tjalda á øki, sum er gjørt til endamálið.
Ferðavinnan úr útlondum kemur at vinda upp á seg aftur einaferð, tá korona hevur lagt seg, og tað er bara ein vinningur fyri kommununa at kunna bjóða tann møguleikan hjá útlendskum ferðafólki at gista.
Klaksvíkingar eru raskir at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag, bæði stórum og smáum, og tá er eitt slíkt øki alneyðugt, bæði sum gistingarpláss og ikki minst fyri hugna og samveru.
Ikki bert hjá ferðafólki og vitjandi hevði hetta komið væl við, men eisini hjá borgarum búsitandi í kommununi. At kunna kampa ella tjalda í heimligum umhvørvi í frítíðini, hevði heilt vist skapt trivnað og verið sálarbót hjá mongum. Var møguleiki hjá fólki at brúka eitt kamping- og tjaldingarøki, høvdu heilt vist fleiri gjørt brúk av tí møguleikanum.
Eitt kamping- og tjaldingarøki við neyðgum hentleikum vil eg arbeiða fyri, verði eg vald inn í býráðið í Klaksvíkar kommunu.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin




