Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kandis og Hilmar Jan á Hotel Norð

John William Joensen

Fríggjakvøldi 27. mai spæla Kandis til dans á Hotel Norð á Viðareiði og verður bussur til Viðareiðis kl. 18:30 og kl. 23:00 av Sandinum í Klaksvík

Tað er GÍ , ið hevur tikið stig til at fáa danska dansibólkin til landið. Kandis hava í skjótt 16 ár fylt dansistøð í Danmark, og eru í 2005 útnevndir til Besta dansiorkestur í Danmark. Samstundis eru teir fløguaktuellir við nýggju fløguni KANDIS 11, við m.a. Grand Prix sanginum Lonnie fra Berlin.
3 av limunum í KANDIS hava spælt samn í 16 ár, meðan trummusláarin Michael Krätz hevur verið við síðan 2003. Hinir limirnir eru Johnny Hansen, guitar og sang, Jens Erik Jensen, keyboard og Jørgen Hein Jørgensen, bass.
Kandis spæla til umleið 180 dansitiltøk um árið, so sigast kann, at teir er ímillum mest rutineraðu dansiorkestri í ríkinum. Tiltøkini teir spæla til eru fyrst og fremst í Danmark, men teir spæla eisini nakrar útvaldar konsertir í Noreg og Svøríki, og nú í Føroyum. Eisini eru teir við til stórar dansifestialar og galla dansikvøld, so tað eru í túsundatal av fólki, ið dansar til KANDIS hvørt einasta ár.

Kandis á Hotel Norð
Á Viðareiði skipar Hotel Norð fríggjakvøldi 27. mai fyri hugnaligum borðhaldi við Felagssangi og undirhaldi. Hilmar Jan hevur undirhaldið. Eftir borðhaldið verður dansur við Kandis. Borðhaldið byrjar klokkan 19, meðan dansurin byrjar umleið kl. 23. Atgongumerki kunnu bíleggast á tlf. 217020, og tað ræður um at verða í góðari tíð, tí atgongdin er avmarkað.
Í samband við tiltakið á Hotel Norð fer bussur av sandinum í Klaksvík kl. 18:30 í samband við borðhaldið.
Í samband við dansin kl. 23:00 fer bussur av sandinum í Klaksvík kl. 23:00.
Eftir dansin koyrir bussurin til Klaksvíkar.

Harleyfacadeacryl