Hóast Jenis av Rana ikki hevur verið so harðligur í orð og tal sum danska blaðið Informatión leggur hann undir, so er tað ikki tespiligur lesnaður prædikumaðurin, tingmaðurin og flokksformaðurin, Jenis av Rana, skrivar um ein veikan bólk í samfelagnum.
Hóast Jenis av Rana ikki hevur verið so harðligur í orð og tal sum danska blaðið Informatión leggur hann undir, so er tað ikki tespiligur lesnaður prædikumaðurin, tingmaðurin og flokksformaðurin, Jenis av Rana, skrivar um ein veikan bólk í samfelagnum.
Jenis skrivar:
….Ein prestur, sum finnur uppá at signa eitt slíkt samband, lumpar tey, hann signar, tí hann gevur teimum eina falska trygd og eina falska signing. Hann gevur teimum eina signing frá sær sjálvum, ikki frá Gudi. Eina signing, sum Gud ikki stendur aftanfyri…
…. Í veruleikanum bjóðar tú Gudi og Hansara skapanarskipan av…..
…., at tvey av sama kyni uppala barnið- at eingin sum helst vandi er í tí! Her er av sonnum talan um hyklarí!….
….Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva…..
….Um liviumstøðurnar í hesum umhvørvum verður sagt, at tær eru merktar av einsemi, skilnaði, vónloysi, kynismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfocuseran, baktali, lokabrøgdum, isolatión, eyðmýkjan v.m…..
….Ikki samdur við tínum sjónarmiðum! Føroyar og føringar hava altíð, og hetta vátta slík, ið hava valt at liva sum homosexuell, ferð eftir ferð, verið tolsom móti ikki bert homosexuellum, men eisini øðrum, sum víkja frá. Tað, sum er broytt, er, at tosað verður meira opið um homosexualitet enn áður…..
…..manglandi støðufesti móti niðurbrótandi samfelagsligum átøkunum, sum talsfólkini fyri homosexualitets sjónarmiðini fremja. Higartil hava føroyskir politikkarar valt at fylgja leiðbeiningunum frá orði Guds framum at tekkjast monnum, vònandi fer tað at halda fram….
At ein flokksformaður og prædikumaður ger seg til dómara yvir hvat er Guds politikkur ella ikki er tó at fara væl út yvir tær heimildir sum liggja í tingskipan ella stýrisskipan.
Samfelagsligir minnilutar hava brúk fyri umsorgan og virðiliga viðger eins og øll onnur – eisini og kanska serliga tá tað kemur til almenna orðaskifti og til tað sum verður prædika í kirkjum og samkomum. Ein kanning í Stóra Bretlandi vísti at ein stórur partur av enska fólkinum halda tey kristnu verða – tey sum eru ímóti teim samkyndu – og tað var neyvan upprunaliga ætlanin hjá teim fyrstu kristnu.




