Tað fer at krevja ein sannan hetjuinnsats, um KÍ við so nógvum eykaleikarum skal megna at vinna á Víkingi fríggjakvøldið, men tað er ikki ómøguligt – tað er hent fyrr, at eitt eykalið hjá KÍ vann á einum oddaliði í bestu deildini.
Tað fer at krevja ein sannan hetjuinnsats, um KÍ við so nógvum eykaleikarum skal megna at vinna á Víkingi fríggjakvøldið, men tað er ikki ómøguligt – tað er hent fyrr, at eitt eykalið hjá KÍ vann á einum oddaliði í bestu deildini.
Tann 24. juni í 1989 spældi KÍ ímóti VB, sum tá var eitt av oddaliðunum í bestu deildini. Orsøkirnar og umstøðurnar til tann dystin hjá KÍ vóru heilt aðrar enn í dag, men tann dagin var besta KÍ-liðið enn skerdari til ein dyst ímóti einum av oddaliðunum, enn tað verður nú fríggjakvøldið.
Hendan leygardagin fyri skjótt 30 árum síðan var Jákup N. Mikkelsen tann einasti av føstu leikarunum á besta liðnum, ið spældi við, meðan restin av liðnum KÍ mannað við 5 leikarum úr 4. deild, og restin vóru unglingaleikarar.
Men tá hendi tað sjáldsama og hugaliga, at hetta eykaliðið hjá KÍ ógvuliga óvæntað vann 2-0 á besta liðnum hjá VB, sum tá var millum tey sterkaru í bestu deildini. Tey, sum upplivdu hendan serstaka dystin, gloyma hann nokk ongantíð, tí øll væntaðu, at eykaliðið hjá KÍ fór at fáa ein avsmurning.
Støðan í KÍ-hópinum til oddadystin fríggjakvøldið er ikki heilt so ring, sum hon var hendan dagin í 1989, men hon minnir tó í ávísan mun um minniliga heimadystin ímóti VB tað árið.
Eingin ivi er um, at tað fer at krevja ein hetjuinnsats av skerda KÍ-liðnum, um teir skulu standa seg ímóti sigursvanda Víkingi, sum ivaleyst tevjar blóð, nú KÍ er so skert til hendan dystin.
Hvussu sterkir eru teir næstbestu hjá KÍ?
Hetta er spurningurin, sum mong í Norðoyggjum seta sær hesar dagarnar upp undir dystin fríggjakvøldið á Summarfestivalinum, nú dugnaligi og væl vitandi ítróttarskrivarin her á Norðlýsinum hevur peilað seg fram til, at kanska heilt upp í 14 av leikarunum í og kring besta liðið eru antin skaddir ella leikbannaðir til hendan stórdystin.
Hevur KÍ so nakran livandi kjans? Spenningurin er stórur. Hvørjar leikarar fer Mikkjal at finna fram til hendan til hendan dystin, sum verður ógvuliga avgerandi fyri restina av kappingarárinum hjá KÍ? Tapa teir, so verða heili 6 stig upp til Víking, meðan KÍ við einum sigri fríggjakvøldið kann hála seg uppaftur ájavnt við Víking í stigum.
Fyrrverandi miðverjin hjá Liverpool, Alan Hansen, skal hava sagt, at tú vinnur ongantíð landskappingina við einum liði, sum er mannað við (ungum) dreingjum (“You never win the league with boys”). Verður tað dreingir ímóti monnum fríggjakvøldið, ella er so frægt eftir av tøkum leikarum í besta KÍ-hópinum, at tað verður ein brúkilig blanding av royndum monnum og ungum talentum?
Kann søgan endurtaka seg?
Um vit venda aftur til minniliga dystin í 1989, so var tað tann tá 19 ára gamli Jákup Oluf á Lakjuni, sum legði KÍ á odda 1-0 tíðliga í dystinum, til stóra frøði fyri spentu áskoðararnar kring vøllin, og seint í dystinum avgjørdi ein av royndaru leikarunum, Sankey Joensen, sum tað árið spældi við 4. deild, við at skora til endaliga úrslitið 2-0 til KÍ. Tá var gleðin stór á og kring vøllin.
Hvussu verður fríggjakvøldið? Verður tað ein tryggur sigur til Víking, ella kann søgan endurtaka seg, at eitt KÍ-lið við nógvum eykaleikarum kann standa seg ímóti og kanska enntá basa einum væl mannaðum oddaliði í effo-deildini?
Serfrøðingar og analytikarar seta neyvan nógvar pengar uppá, at KÍ vinnur, men tíbetur er fótbóltur ein ítrótt, at har tað óvæntaða altíð kann henda. Annars høvdu Føroyar nokk ongantíð havt vunnið á Eysturríki og Grikkalandi, Herfølge og Jákup N. Mikkelsen høvdu ikki verðið danmarksmeistarar, og Danmark hevði neyvan heldur vunnið EM í 1992.
Vit, sum verða kring vøllin fríggjakvøldið, kunnu bara senda Mikkjali og hansara monnum og dreingjum okkara bestu ynskir og siga KOYR Á KÍ !!
Ein av okkara lesarum hevur sent Norðlýsinum hesa heilsan:
Spennið nú veingir, Norðoya dreingir
KÍ, nú stundin er komin til handa
Finnast skal aftur á vinnaralag
Tí mugu allir sum ein maður standa
Taka tit lógvatak, megna tit tað
Hvítir og bláir, tit eru teir bestu
Finnið nú vinnandi stríðsandan fram
Framvegis eiga tit viðhaldsfólk flestu
Finalan á Tórsvølli prógvaði tað
Tað er í mótgongd, tú hetjurnar finnur
Fara teir ungu at roynast sum menn?
Hugsa tær rómin, um KÍ nú vinnur
Vinnaraviljan – hann hava tit enn
Latið ei vónina frá tykkum svinna
Trúgvið á tykkara megi og mátt
Skulu tit dystirnar megna at vinna
Nyttar tað einki at falla í fátt
Ivist ei longur! Haldið ei aftur!
Vísið nú spælið, tit duga so væl
Standið nú saman, stríðist so fattir
Torið at royna, tá eydnast tað skal
Loysnin er ikki at bakka og stúra
Hugsið sum vinnarar! Herjið avstað!
Orsøk er eingin at sita og kúra
Eingin er betri enn KÍ í dag




