Fyrsta 1/8 finalan í steypakappingini verður leygardagin.
Í Norðlýsinum, sum kom í sølubúðirnar í gjár, er meting um allar 8 dystirnar í steypakappingini. Fyrsti dysturin er leygardagin og mett verður í blaðnum, at Giza/Hoyvík hevur møguleika at leypa hvøkk á fótbóltsføroyar.
Giza/Hoyvík-B68
Fer nakað óvæntað úrslit at henda í 1/8 finalunum, so verður tað kanska her? Tí hyggur ein eftir hópinum hjá Giza/Hoyvík, so hevur liðið fleiri leikarar við fitt av royndum úr bestu deildini. Samstundis hevur B68 enn ikki orduliga víst nakað serligt í Effodeildini og liðið kann fáa trupulleikar við at liva upp til favoritt leiklutin, um illa vil til. Vit tippa tepran útisigur, men við einum realistiskum møguleika hjá Giza/Hoyvík at kunna fáa minst javnleik. Tipping: 2 (1-2)




