Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kann seta met sum elsti leikari í bestu deildini nakrantíð

Jákup Ósá

Eykamálverjin hjá KÍ í dag er 48 ára gamal.

KÍ hevur til hetta umfarið útleigað elsta leikaran í Betri Deildini í 2022, Meinhardt P. Joensen, til B68. Tað merkir, at 48 ára gamli Geza Turi verður eykamálverji, sum hann hevur verið nakrar ferðir áður, tá KÍ-eykamálverjarnir ikki hava verið tøkir. Geza er til dagligt málmansvenjari hjá KÍ. Men kemur hann á vøllin, so tekur hann metið sum elsti leikari í bestu deildini nakrantíð. Jákup Mikkelsen spældi sum 46 ára gamal í 2016, Jens Martin Knudsen spældi sum 44 ára gamal í 2011 og Valdemar Nowicki spældi sum 47 ára gamal í 2008. Allir sum málverjar eins og Geza.

Dysturin í Sørvági millum 07 Vestur-KÍ byrjar kl. 15.00.