Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanning: Fólkaflokkurin stóri vinnarin

John William Joensen

Hóast býti av atkvøðum millum ymsu politikararnar var rættiliga javnt so gjørdist Fólkaflokkurin stóri vinnarin í eini sera áhugaverdari kanning. lk

Ein bólkur av ferðafólkum við bussinum hjá Tora-tourist við Sámal Bláhamar greiddu í dag atkvøðu út frá plakatum sum eru í miðbýnum. Tey vistu sjálvandi ikki hvørji valevnini vóru og heldur ikki hvønn flokk tey umboðaðu. Og hóast býti av atkvøðum millum ymsu politikararnar var rættiliga javnt so gjørdist Fólkaflokkurin stóri vinnarin.

Uttanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús heilsaðu ferðafólkini uppá sjálvan “premierministaran” sum var á sjarmuferð kring landið í samband við løgtingsvalið.

Millum ferðafólkini, vóru danir, australifólk, russarar og serliga var skemtast tá russiska “delegatiónin” tók mynd saman við føroyska “premierministaranum”.

Eisini heilsaðu ferðafólkini uppá mentamálaráðharran, so tey upplivdu eitt sindur á vegnum.

Men av tí at tey høvdu heilsað uppá mennirnar sluppu ferðafólkini ikki at atkvøða fyri Bjørn ella Kaj Leo.

Úrslitið av plakatkanningini

Elsebeth Mercedis, 2

Rodmund Nielsen, 1

Magnus Rasmussen, 1

Sonja Jógvansdóttir, 1

Eyðgunn Samuelsen, 1

Óluva Klettskarð, 2

Jógvan Skorheim, 1

Hanna Jensen, 1

Edva jacobsen, 1

Tvær blankar

Av tí at ferðafólkini vóru farin avstað tá talt var upp kundu vit ikki meta um tvær atkvøður, tí tey trupult var at meta um júst hvat valevni meint var við.

“Johannson”, 1. Veit ikki hvør tað er…..

“Nielsen”, 1. Veit ikki hvør av teimum….

A 4 36,6%

B 1 9%

C 2 18%

D 1 9%

E 2 18 %

F 1 9%

H 0

Harleywoodpaint