Anfinn V. Hansen, sum løgtingsformaðurin hevur sett sum kanningarstjóra í nógv umrødda málinum um Skálafjarðartunnillin, fer ikki at “stroyma” ella sjónvarpað hoyringsfundirnar beinleiðis. Men hann vil ikki avvísa at almenningurin far atgongd til hoyringsfundirnar tá embætisfólk, fyrrverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum og Løgmaður skulu svara spurningum frá kanningarstjóranum.

– Eg havi sjálvandi hoyrt at onkur hevur skotið upp at hoyringsfundirnir verða sjónvarpaðir ella stroymaðir gjøgnum alnótina eins og gjørt verður tá samráð eru í fólkatinginum og sum gjørt hevur verið í líknandi kanningum í Bretlandi, men hetta fara vit ikki at gera. Hesin háttur at skipað kanningarfundir verður ofta brúkt tá talan er bara um at lýsa mál og tað sum verður sagt kann eftirfylgjandi ikki brúkast í rættinum.
– Tann kanning sum eg eri biðin um at stjórna er ein reint løgfrøðislig kanning, sum eg skal gera fyri løgtingið og tá kanningin er liðug verður niðurstøðan handa løgtinginum til støðutakan.
– Tá byggingin av miðnámsskúlanum í Hov varð kannað hevði almenningurin atgongd til hoyringsfundirnar og kundu sita í hølinum og fylgja við. Eg havi ikki kannað um hetta er gjørligt, men hetta er so kanska ein møguleiki, sigur Anfinn V. Hansen.