Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanska burdi Høgni fingið hasa blóðroyndina tikna

Jenis av Rana

Í einari av vanliga væleydnaðu royndum sínum at verða stuttligur, blandar journalisturin Høgni Djurhuus tíverri Miðflokkin og Javnaðarflokkin. Hetta er á baksíðu Sosialsins leygardagin, har hann hugleiðir um vitamin D kanningar og samanber við CTD kanningar. Onkur kommunulækni hevur noktað Høgna at fáa mett um sítt vitamin D og burtur úr tí far hann so greinina, har hann m.a. illneitast um, at onki var í vegin fyri at kanna allar føroyingar fyri CTD, men ókey, skrivar hann, \” tær noyddust fólk at gjalda fyri, brúkaragjald í heilsuverkinum, meðan Miðflokkurin var í samgongu\”

Í einari av vanliga væleydnaðu royndum sínum at verða stuttligur, blandar journalisturin Høgni Djurhuus tíverri Miðflokkin og Javnaðarflokkin. Hetta er á baksíðu Sosialsins leygardagin, har hann hugleiðir um vitamin D kanningar og samanber við CTD kanningar. Onkur kommunulækni hevur noktað Høgna at fáa mett um sítt vitamin D og burtur úr tí far hann so greinina, har hann m.a. illneitast um, at onki var í vegin fyri at kanna allar føroyingar fyri CTD, men ókey, skrivar hann, ” tær noyddust fólk at gjalda fyri, brúkaragjald í heilsuverkinum, meðan Miðflokkurin var í samgongu”

Nú skal eg ikki siga um tað kann vera ov lítið ella ov nógv vitamin D sum ger, at journalisturin ger mistak sítt og blandar Miðflokkin og Javnaðarflokkin, men Miðflokkurin var als ikki í samgongu tá, og vit funnust staðiliga at hesi fyrstu, og tíbetur einastu, royndini, sum higartil er gjørd at krevja brúkaragjald fyri tænastur í Heilsuverkinum!

Vit í Miðflokkinum hildu og halda framvegis, at tilboðini á heilsu- almanna og skúlaøkinum eiga at standa øllum í boði og verða rindaði av tí brúkaragjaldi vit øll gjalda- skattinum!

Umframt hesa beinleiðis villeiðing um Miðflokkin, er hesin skeivi upplýsingurin tíverri bert ein av mongum, sum í hesum valárstíðum verða borðreiddir okkum. Hagtøl og uppáhald, sum onki høpi er í, flúgva dagliga um oyru okkara. Fyri sannleikans skuld eiga hesi at verða afturvíst!

Men hinvegin, góði Høgni, kanska skuldi tú farið og fingið hasa blóðroyndina tikna J

Jenis av Rana,

formaður Miðfloksins

Harleywoodpaint