Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanska fýra fiskar komnir ímorgun

Oliver Joensen

 Tað segði skiparin á Karlamagnus, Magnus Johannesen, sum er á snelluveiðu, skemtandi ímorgun, tá vit tosaðu við hann. Nei, eg skal ikki lata illa at. vit fóru av Klaksvík mánakvøldið og hava roynt í fýra dagar. Higartil hava vit um 20.000 pund av góðum upsa inni.

Vit eru á einum øki, sum hevur verið stongt fyri okkum snellubátum í langa tíð, uttan at nakar veit hví, hetta er landsyningshornið á Føroya Banka. Dagarnir hjá okkum hava verið misjavnir, 3-4000 pund um dagin, men í gjár fingu vit so 8.500 pund.

Veðrið hevur verið gott og ætlanin er at vit royna hvítusunnuna av, segði Magnus Johannesen, skipari á Karlamagnus

Eg spurdi eisini Magnus Johannesen eftir Óla Olsen og snellubátinum Havsbrún – Hann rokast helst á Fugloyarbankanum onkustaðni, eg havið roynt at ringt til hansara, men hann svarar ikki, tað vísir seg oftað at vera ringt telefonsamband til Havsbrún tá teir rokast, legði hann afturat við einum góðsligum brosi, sum Magnus er kendur fyri.