Tað heldur bátsformaðurin umborð á Klaksvíkingi, Magnus Michalsen, sum eisini greiðir frá, at fyrstu áleið 500 metrarnir ikki gingu eftir vild.
Tað heldur bátsformaðurin umborð á Klaksvíkingi, Magnus Michalsen, sum eisini greiðir frá, at fyrstu áleið 500 metrarnir ikki gingu eftir vild.
Tað sá einki út hjá Klaksvíkingi, tá hálvur teinur var rógvin í Hósvík. Báturin sum hinar báðar róðrarnar hevur ligið á odda næstan allan vegin, lá einu løtuna í miðróðrinum nummar trý. Magnus Michalsen, sum var ein av mongum rógvarum hjá ymisku 10-mannaførunum, sum var púra ferdigur eftir róðurin, helt eftir róðurin, at vánaligi starturin legði trýst á Klaksvíking, sum hann tó kláraði at enda.
– Róðurin var harðari, enn vit væntaðu. Hetta var ein tann harðasti róðurin hjá okkum nakrantíð. Tað var eitt stórt trýst á okkum fyrstu 500 metrarnar. Vit komu ikki fram og lógu nummar 3. Starturin var verri enn á hinum stevnunum. Vit merktu tað væl á bátinum, at vit fingu ikki ein góðan start. Vit komu inná 500 metrar og tóku 10 kraftig tøk, og tá tóku vit meir inná. Síðani vundu vit bátin meira upp, 10 kraftig tøk aftur og so vóru vit stavn um stavn, har vit áttu munin. Men vit hildu taktikkin og broyttu ikki okkara róður, hóast vit lógu nummar 3 einu løtuna, segði Magnus eftir róðurin. Vit spurdu at enda, um tað kanska hevði ávirkað skeiva vegin mentalt, at lagt var upp til, at styttri hvíld fór at vera ein fyrimunur fyri Klaksvíking.
– Kanska hava vit tikið ov lætt uppá tað, men tað gekk sum vit ætlaðu hóast alt. Vit blivu nummar 1 og tað var tað, sum vit ætlaðu, segði hann at enda.




