Til Super Bowl er tað fastur táttur, at tónleikaframførslur eru í hálvleikssteðginum. Alment kent sum “the half-time show”. Í ár eru tað ikki hissini nøvn, ið koma at undirhalda okkum meðan vit bíða eftir seinna hálvleiki.
Til Super Bowl í ár framføra Dr. Dre, Snoop Dogg, Kendrick Lamar, Eminem og Mary J. Blige. Tónleikastílurin er sostatt ávirkaður av hipphopp heiminum og óivað fer SoFi Stadium at kóka yvir!
Um hesa serstøku samanseting av tónleikarum, sigur m.a. Jay Z hetta: “Til Super Bowl LVI fara vit at síggja Dr. Dre, ið er ein tónlistaligur visionerur úr Compton, Snoop Dogg, ein ikoniskur hipphoppari frá Long Beach og Kendrick Lamar, ein ungur pionerur í sínum egnar stíli, ið eisini er frá Compton. Hesi fara at hertaka miðvøllin í hálvleikssteðginum til eina framførslu “of a lifetime”. Hesi trý fáa vitjan av lyriska flogvitinum Eminem, og tíðarleysu drotningini, Mary J. Blige.
Í vanligu dystunum í NFL eru steðgirnir ikki eins langir, sum í Super Bowl. Vanliga eru teir um 15 minuttir, men í Super Bowl eru teir ein hálvan tíma. Søgur ganga um ein ungan Tom Brady (nú givin), ið sovnaði til sín fyrsta Super Bowl hálvleik.
Super Bowl nummar 56 (LVI) er nú byrjað!


