Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanska tú svav

TUTL

Tysdagin 8 oktobur kemur nýggj fløga á føroyska markanðin ”Kanska tú svav”. Tað er sørvingurin Holgar Jacobsen ið hevur gjørt hesa fløgu saman við nøkrum av fremstu tónleikarum her á landi.

Tíðindaskriv

Tysdagin 8 oktobur kemur nýggj fløga á føroyska markanðin ”Kanska tú svav”. Tað er sørvingurin Holgar Jacobsen ið hevur gjørt hesa fløgu saman við nøkrum av fremstu tónleikarum her á landi.

Á fløguni eru 12 sangir, av teimun hevur Holgar skriva 11 og Jóan Jakku guttesen hevur gjørt ein tekst, sísta lagið er tøkulagið Syneta.

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Bloch Studio 23-25 apríl í ár og síðan í Finnursa studio við Svalbardsvegin. Finnur Hansen hevur framleitt. Tónleikarar á fløguni eru Tórfríð Tavsen sang og kór, Rógvi á Rógvu trummur, Mikael Blak bass, Finnur Hansen tagentar, slagverk, horn og kór, Ólavur Olsen horn, Holgar Jacobsen gittarar og sang. Finnur Hansen hevur upptikið, miksað og mastrað.

Amariel Norðoy hevur málað kápumyndina og Regin Davidsen hevur gjórt húsan. Hetta er næsta soloúgávan hjá holgar, hin fyrra var ”Ongan veg”. Annars hevur holgar verði við í nógvum útgávum. Fløgan verður møguliga útgivin í Íslandi seinni.

Onkrar útgávukonsertir verða. Tann fyrsta verður í Perluni fríggjakvøldið 11. oktobur kl 21 konsertini er saman við bólkinum Marius Ziska. Síðan verður ein í Tutl handlinum fríggjadagin 18 oktobur kl 1630.

Tað er Tutl ið stendur fyri útgávuni .