Í seinasta blað, høvdu vit eina loftmynd av økinum frá Posthúsinum og norðureftir, har vit spurdu um hvat manglaði á myndini. Fornfrøðingur hevur síðani biðið um at sleppa at síggja myndina nærri.
Vit hyggja ikki øll eftir myndum við somu áhugamálum. Tað mugu vit aftur nú sanna, tá fornfrøðingurin, Anna Katrin Matras bað okkum um at sleppa at síggja upprunamyndina av myndini sum er nevnd omanfyri. Tá vit spurdu hví, segði Anna Katrin okkum, at fornfrøðingar hava vitan um fornar bústaðir har á leið og hon helt seg kanska síggja eitthvørt forvitnisligt á myndini. Men nærri vildi hon í fyrsta umfari ikki greiða okkum frá.
Møguliga kunnu vit siga eitthvørt nærri í Norðlýsinum fríggjadagin.




