Myndin er tikin í juli 1956, tá Fischer Heinesen fekk stórfingna móttøku, eftir at hava sitið í fongsli í Havn í 8 mánaðir eftir læknastríðið. Eg festi meg tó serliga við ferguna, sum liggur inn ímóti, tí líkt er til, at hetta er ein deksbátur, sum Óla Jákup Jacobsen hevði keypt stutt frammanundan at sigla við fólki tvørtur um vágna í Klaksvík.
Í gomlum skjølum sæst, at Óla Jákup er misnøgdur við, at Kjølbro fyritøkan í tveimum umførum er farin í kapping við hann at ferga við fólki tvørtum um vágna. Hann sigur seg verða byrjaðan at rógva og sigla við ferðafólki í 1935, og at halda fram til á heysti í 1940, tá hann gavst fyribils. Hetta komst av, at tá fluttu nógv fólk út á bygd, tí tey vóru bangin fyri týskum bumbuálopum.
Eftir kríggið fór hann aftur at ferga við fólki, men stutt aftaná fekk hann kapping frá stórfyritøkuni, sum tó gavst at ferga í februar 1955, og tískil var ongin ferga í eina stutta tíð. Tá leigaði Óla Jákup sær ein opnan bát fyri 200 krónur um mánaðin, sum hann fergaði við í einar tveir mánaðir. Eftir tað keypti hann sær ein deksbát og skifti motorin, soleiðis at báturin stóð honum í 11.000 krónum.
Men stutt eftir fekk hann aftur kapping, soleiðis at hann var noyddur at gevast og selja fyri aðru ferð. Um hetta mundið í august 1956 hevði Hákun Djurhuus, sum tá var landsstýrismaður, góðkent honum ferðaætlan við ferðaseðlaprísum við avsláttri til teirra, sum ferðaðust ofta um vágna. Ein túrur kostaði 50 oyru, eitt vikukort 3 krónur og eitt mánaðarkort 10 krónur.
Eg veit ikki at siga, hví fyritøkan hjá Kjølbro fór í kapping við Óla Jákup, men seinast í 1950 árunum og árini aftaná, var stórt virksemi báðumegin vágna. Tí er tað væl hugsandi, at fergan hjá Óla Jákup ikki nøktaði tørvin á flutningi, tá arbeiðsfólk á Stongunum skuldu møta til arbeiðis um morgunin og heim aftur seinni um dagin.
Tá avtornaði bygdi Kjølbro ferguna “Selurin” á Stórubeding í 1959 og 1960, sum kundi taka 40 ferðafólk hvønn túrin. “Selurin” fór í sigling tíðliga í 1961, og sigldi við ferðafólki um vágna næstu 10 árini ella so, tá hon fór Norður í Sund at sigla. Eftir at Kósavirkið lat upp í 1966, og Posthúsið flutti heim í Vágsbø, minkaði tørvurin nógv at sigla við fólki tvørtur um vágna í Klaksvík.




