Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappin og Kringvarpi

John William Joensen

Eftir at Sjúrður Skaale loyvdi sær at koma við einari rættleiðing til Kringvarp Føroya, hevur Jan Lamhauge, sjournalistur, roynt at karakter myrða mannin, sum loyvdi sær at tala at.

Eftir at Sjúrður Skaale loyvdi sær at koma við einari rættleiðing til Kringvarp Føroya, hevur Jan Lamhauge, sjournalistur, roynt at karakter myrða mannin, sum loyvdi sær at tala at.

Í mínum eygum er Sjúrður Skaale ein fyrimynd, eitt frábrygdi í føroyskum politikki og føroysku miðlaverðini. Í bók síni stendur hann fram og greiður frá hvussu hann sjálvur, í íðinskapi sínum fyri einari politiskari hugsjón, fór út um mark, og hvussu ein heil skipan misti málið úr eygsjón og fór av sporinum.

Enntá maktmisbrúk og politisk svikabrøgd verða løgt fram á blik. Hann letur eyguni upp á almenninginum og vísir hvussu tætt tilknýti er millum politisku skipanina og føroyska fjølmiðlaheimin. Hetta vistu tey flestu frammanundan, men Sjúrður, sum var í politiska brenideplinum, gekk inn í seg sjálvan og valdi, at siga søgu sína – opið og erligt. Tað átti hann at fingið rósur fyri og onkra bókavirðisløn, men í staðin verður hann møttur við larmandi tøgn.

Sjúrður hevur sagt sína søgu um hvussu hann upplivdið stýrið, sum hann var ein stórur partur av, og onnur, sum eisini vóru partar av fullveldisstýrinum, hava óivað upplivað tað annaðleiðis. Tað er menniskjaligt. Eingin upplivir/uppfatar somu hendingar eins. 

At ein av framstandadi sjournalistunum í KVF roynir at dálka Sjúrð og harvið siga, at hann ikki er verdur at finnast at Kringvarpinum, er fullkomiliga burtur við og vísir eina vandamikla arogansu.

Greinin hjá stjóranum, var eitt stórt skuffilsið, ein roynd at tosað uttan um kjarnuna í málinum – sum er at KVF fór út um mark fyri at lýsa stjóran í EIK, sum ein arogantan persón. (Í samband við skattamálið átti tað eisini at verið nevnt at stjórin í EIK, í hesum føri hevur drúgvar royndir sum grannskoðari í skattamálum og tí eisini er serfrøðingur í skattamálum. Niðurstøðan hjá TAKS vísti at stjórin hevði rætt í sínum páhaldi, at Eik – ikki Fíggjarligt Støðufesti – hevði rætt til skattafrádráttin. Nógv umrøddi grannskoðarin og “keldan” til miðlasøgurnar í Eik málinum fingu ikki viðhald frá TAKS.)

Tað at Sjúrður valdi at siga sína egnu søgu – sum í hesum føri eisini er okkara pollitiska-søga, er eitt bragd, sum krevur persónliga styrki.

Stjórar koma og fara, men kappabrøgd fara at liva leingi.

Øll, sum hava áhugað í samfelagsligum viðurskiftum eiga at lesa bókina, men orðini frá Kringvarps frontunum vóru betur óskrivaði.