Trolarin Kappin hjá Thor í Hósvík, sum hevur loyvi at royna eftir hørpuskel (Chlamys Islandica) í verndarøkinum við Svalbard, var hósdagin tikin av norsku sjóverjuni fyri at fiska ”sjøpølse” 20 fjóðringar innanfyri grundlinjuna við Bjarnoynna.

Sambært nordku sjóverjuni hevði skipið fiskað ólógligt í økinum frá 29. September til 23. Oktober og fyri at hava fiskað í einum økið har einast er loyvi at veiða rækjur og skeljarum man hevur loyvi frá norsku myndugleikunum.
– Føroyska skipið segði hava eitt royndarloyvi frá norskum myndugleikum, men hetta var avvíst av norskum myndugleikum, mánadagin.
– Skipið bleiv melda til politimeistaran í Tromsø og málið bleiv kannað, meðan skipið var til havs. Skiparin var dømdur at rinda 35.000 N.kr. og reiðarríðið fekk eina bót á 800.000 N.kr. Báðar bøturnar vóru samtyktar meðan skipið var til havs og tí er málið avgreitt, sigur Norska Sjóverjan í viðmerking til Norðlýsið.