Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kapping um at finna navn til nýggja virkishúsið

John William Joensen

Klaksvíkar Kommuna bjóðar nú fólki við í eina kapping um at geva nýggja virkishúsinum fyri ung nýtt navn

Virkishúsið. Ungdómshúsið. Gamli Norðoya Banki. Nøvnini eru fleiri, sum kunnu brúkast um nýggja virkishúsið fyri ung, sum Klaksvíkar kommuna skal hevur tikið stig til. Navnið spillir ongan verður sagt, men nú leitar Klaksvíkar kommuna eftir einum nýggjum og góðum navni til húsið.
Klaksvíkar kommuna bjóðar fólki at verða við í kappingini um at navngeva húsini, og vinningurin er ein mp3-spælari.
– Í samband við fyrireikingina av húsinum hava vit valt at útskriva eina kapping um navn á húsinum. Minst til, at hetta verður tað navnið fólk fara at brúka um húsið og tí er umráðandi at vit finna eitt gott navn. Hevur tú eitt gott uppskot, so er ikki at smæðast. Øll uppskot eru vælkomin, sigur Klaksvíkar kommuna á sínari heimasíðu.
Kappingin er byrjað, og navnið á húsinum og á vinnarsnum verða kunngjørd fríggjadagin 2. december 2005 á heimasíðuni hjá kommununi – www.klaksvik.fo.
Uppskotini skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. december 2005.

Send uppskot um navn til:

Klaksvíkar Kommuna
700 Klaksvík
Merk brævbjálvan:
Virkishús – kapping

Minst eisini til at skriva navn og bústað hjá tær.