Føroyska kirkjulið í Keypmannahavn hevur 100 ár á baki næsta heist, men hon hevur einki búmerki. Nú er kapping útskrivað.
Føroyska kirkjulið í Keypmannahavn hevur 100 ár á baki næsta heist, men hon hevur einki búmerki. Nú er kapping útskrivað.
Í sambandi við, at í novembur 2015 eru 100 ár síðani Gudmund Bruun próstur fór undir føroyskar gudstænastur í Keypmannahavn, er farið undir at fyrireika eitt hátíðarhald næsta heyst við gudstænastum, fyrilestrum, kjakfundum, sangløtum og borðhaldi. Ætlanin er eisini at royna okkurt nýtt innan kirkjugátt. Harafturat verður nú miðað ímóti at fáa tríggjar sjónligar partar frá hondini: búmerki, heimasíða og minnisrit.
Búmerkið
Lýst er við búmerkjakapping í føroyskum fjølmiðlum (Sosialinum og Norðlýsinum) og ymsar aðrastaðni. Deadline er 3. oktobur. Ætlanin er at fáa eitt búmerki, sum er lætt at kenna aftur og sum týðiliga sipar til boðskapin og føroysku kirkjuna. Í dómsnevndini, sum velur trý tey bestu uppskotini, eru listafólkini Amariel Norðoy og Vígdis Petersen, sniðgevararnir Rói Winthereig og Poul Erik Lykkegaard, Bergur Jacobsen prestur, kirkjuráðslimirnir Jovina Dalsgaard og Marjun Reines og Aslaug Højgaard, formaður í Kvinnufelagnum. Ein og hvør kann royna seg og kann luttaka, bert hann/hon fylgir treytunum. Heiðurslønirnar eru ávikavist 10000 kr, 3000 kr. og 1000 kr.
Heimasíðan
Higartil hevur kirkjan boðað frá sínum virksemi við tíðindastubbum, telduposti og nú eisini á facebook. Tað verður hildið fram við hesum, men nú er ætlanin at fáa eina heimasíðu, sum verður tøk til heystar. Hon gongur undir navninum ”fokirkjan.dk”. Arbeitt verður nú við uppseting og innihaldi. Janus Kampmann sniðgevur síðuna. Á heimasíðuni verða m.a. stuttur søguligur samandráttur, tíðindi, virksemi og upplýsingar av ymsum slagi.
Minnisritið
Nú kirkjuliðið gongur á 99. ári, verður hildið rímiligt at fáa eitt 100 ára minnisrit/jubileumsrit út. Tí er farið undir at finna fram tilfar, sum liggur á goymslum ella fólk eiga, at gera samrøður við fólk, sum hava verið virkin innan kirkjugátt, og at finna myndatilfar. Liggur onkur inni við tilfarið, vil kirkjuráðið fegið hava boð um tað. Í kirkjuráðnum eru Jovina Dalsgaard, formaður, Hervør Petersen, næstformaður, Oddur Hansen, skrivari, Sigga Johannesen, Marjun Reines og Ólavur Eysturdal.
—
Lýsing:
Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Santa Ólavs kirkjulið, útskrivar hervið kapping um búmerkið til kirkjuliðið. Ein og hvør kann luttaka.
Kappingartreytir:
Búmerkið sipar til kristna boðskapin, er eyðkent og týðiligt, antin tað er endurgivið lítið ella stórt og antin tað er í litum ella svart/hvítt. Einki navn ella heiti er á búmerkinum.
Ein dómsnevnd við fakfólki innan list, grafikk/sniðgeving, gudfrøði og kirkju velur trý tey bestu uppskotini og raðfestir tey.
Virðislønirnar eru: nr. 1. 10.000 kr., nr. 2. 3.000 kr. og nr. 3. 1.000 kr.
Kirkjuliðið eigur tey innkomnu uppskotini og ger av, um eitt av teimum trimum úrvaldu verður búmerkið ella ikki.
Tíðarfreist og sending:
Uppskotið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. oktobur 2014 kl. 16.
Uppskotið verður lagt í ein brævbjálva fyri seg, og ein seðil við upplýsingum um avsendara (navn, addressa, tlf. og mail) verður lagdur í ein annan brævbjálva. Sama frámerkið verður sett uttan á hesar báðar brævbjálvarnar, sum verða lagdir í ein brævbjálva uttan avsendara á og sendur til niðan fyri nevndu addressu (og merktur SÓK). Óreglulig sending kann verða vrakað.
Luttakararnir fáa boð um úrslitið í viku 42.
Santa Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn
c/o Jovina Dalsgaard, formaður
Kirkebjerg Allé 7
2720 Vanløse




